Stutt eftir at Russland við Vladimir Putin á odda byrjaði sína innrás í Ukraina í februar í ár, misti hann ein av sínum ovastu ráðgevum. Síðst í mars mánað avgjørdi tann 67 ára gamli Anatoly Chubais at leggja frá sær og fara úr Russlandi.
Í dag skriva fleiri evropeiskir miðlar, harímillum The New York Times, at Anatoly Chubais í løtuni er innlagdur á intenstivu deild á einum evropeiskum sjúkrahúsi. Í løtuni er støðan hjá honum hættislig.
Sambært ABC News, so er Anatoly Chubais plágaður av Guillain-Barre. Guillain-Barre er ein serlig sjúka, har verjuskipanin loypir á nervarnar í kroppinum. Hetta kann bera lammilsi við sær.
Tann fyrrverandi russiski ráðgevin var innlagdur, eftir at hann gjørdist kensluleysur bæði í hendrunum og beinunum. Sambært The New York Times er rúmið, sum hann var í, tá hann brádliga gjørdist illa fyri, vorðið kannað av ymsum serfrøðingum.
Tað hevur eftirhondini víst seg fleiri ferðir, at russar, ið finnast at Kreml-stjórnini ella hava vent Russlandi baki, gerast brádliga sjúkir undir illgrunasomum umstøðum. Besta dømið í nýggjari tíð er russiski andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj, ið var eitraður í 2020.
Hóast Anatoly Chubais ongantíð segði, hvør orsøkin handan fráfaringina hjá honum var, verður hildið at russiska innrásin var orsøkin. Í Russlandi er hann eitt kent navn, sum ofta hevur umboða Putin til altjóða tiltøk. Anatoly Chubais hevur eisini havt stórar sessir undir Boris Jeltsin í 1990’inum, millum annað hevði hann ábyrgdina av privatisering. Tískil vakti tað ans, tá hann fór frá í mars og aftur nú, tá hann brádliga er vorðin álvarsliga sjúkur.