Íslendski sopranurin Dísella Lárusdóttir vann sunnukvøldið eina Grammy-virðisløn fyri bestu operainnspæling.
Tað í sær sjálvum er einki serligt við føroyskum eygum, men Dísella er kend um hesar leiðir, tí í 2016 sang hon við Føroya Symfoniorkestrinum til nýggjárskonsertina hetta árið, tá hon, undir leiðslu av Bernhardi Wilkenson, sang “Glitter and be Gay” úr Candide.
Framførslan sæst her:
Grammy-virðislønina vann hon fyri operaina hjá Philips Glass: Akhnaton – undir leiðslu av Karen Kamensek.
Operastykkið er skrivað í 1983 og handlar um lívið og religiøsu sannføringina hjá egyptiska faroe Akhenaton.
Dísella Lárusdóttir, sum er fødd í 1977, er nógv róst av ummælarum og hevur millum annað staðið á palli í New York´s Metropolitan Opera og á operapallinum í Rom.