Tit svíkja hugsjónina og tit leggja eftir teimum sum stríðast mest og eru rakt av sjúku og breki.
Tað er lemjandi atfinningin, Tjóðveldi nú fær frá fyrrverandi landsstýriskvinnuni, Annlis Bjarkhamar.
Annlis Bjarkhamar hevur verið forkvinna í Unga Tjóðveldi og hon var landsstýriskvinna í mentamálum í 2002 og 2003. Hon stillaði upp aftur á valinum í 2004, men varð ikki vald. Síðani gavst hon í politikkim og tók stig til hjálparfelagsskapin, Í Menniskjum Góður Tokki, sum hevði til endamáls at hjálpa fátækum føroyingum at halda jól.
Løgtingið hevur nýliga viðgjørt eitt uppskot um at herða treytirnar fyri at sleppa í eitt tillagað starv.
Tillagað størv eru til fólk, sum, orsakað av breki, ikki kunnu røkja eitt fult starv. Endamálið er so, at arbeiðsgevarin rindar ein part av lønini, men so fáa tey eisini stuðul frá Almannaverkinum afturat.
Nú ætlar samgongan so at gera nakrar skerjingar fyri at spara. Næsta ár verður sparingin tvær milliónir og í 2026, verður sparingin seks milliónir.
Og hetta hevur fingið ilt í Annlis Bjarkhamar, tí hon sigur, at nú er støðan tann, at
politikarnir sum eiga at verja borg, loypa á har garðurin er lægst.
– At tit ikki er betur enn hetta Tjóðveldi! Tit svíkja hugsjónina og hetta er ráður politikkur, sum er blottaður fyri sosialt tilvit, og sum leggur eftir teimum sum stríðast mest og eru rakt av sjúku og breki, ljóða hørðu atfinningarnar frá fyrrverandi landsstýriskvinnuni.
– At kunna varðveita tilknýtið til arbeiðamarknaðin ger allan munin fyri tilveruna hjá teimum, sum eru so óheppin at stríðast við avmarkingarnar av skúku ella breki, leggur hon afturat.
– At tað eru tjóveldisfolk sum ganga á odda at gera hetta, vísur hvussu langt av leið tey sum umboða flokkin í løgtinginum, og landsstýrið, eru farin, sigur hon.
Her sipar hon til Sirið Stenberg, sum er landsstýriskvinna í almannamálum, og hon heldur eisini, at frá fyrsta degi hevur tjóðveldishugsjón verið at stríðst fyri tey sum av ymiskum orsøkum koma illa fyri.
– At fara eftir teimum sum av sjúku hava tørv á einum trygdarneti, er langt úti og hamrandi asosialt, sigur Annlis Bjarkhamar.
– Vit hava ongan vinstravong í føroyskum politikki, tann einasti sum talar søkina hjá teímum sum koma illa fyri í løgtinginum í dag, er Jenis av Rana, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon fær undirtøku fleiri staðni frá. Eitt nú sigur Johan Carl Dam, sum hevur verið valevni hjá Tjóðveldi, at »skulu nøkur oyru heintast inn, ja so er tað frá pensjónistum og teimum og fyritíðarpensjónistum«
Hann sigur eisini, at hevur onkur, sum er komin til pensjónsaldur, hug at halda fram við at arbeiða, leggja tey eisini eftir teimum um lønin fer upp um sperrumarkið, sum er 61.900 krónur um árið, tí so verða tey mótroknað í pensjónini.
– Betur hevði teimum dámt um ølsirl doyði innan tey náddu pensjónsaldurin, tí so var munandi meira í teirra lummar at rottast við, er viðmerkingin frá Johan Carl Dam.
– Jú eldrabyran sum polittikarar kalla tey gomlu, er við at forkoma vælferðina hjá teimum væl bjargaðu, jú slíkt eru kalar, sigur hann at enda.