Fyrrverandi ítróttarstjórin í NSÍ útihýstur til kappingarenda 2027

Nú fáa hendingarnar eftir dystin millum NSÍ og KÍ 28. juni í ár avleiðingar

Ragnar Sjúrðarson
29. august 2024 kl. 16:45

Fyrrverandi ítróttastjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, er útihýstur frá fótbólti undir FSF til endan av kappingarárinum 2027 fyri atburðin eftir dystin millum NSÍ og KÍ 28. juni í ár.

Tað hevur Aga- og etiskanevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya gjørt av eftir at starvsnevndin í FSF reisti málið, skrivar KVF.

Útihýsingin kemur eftir at Eyðstein Skipanes fleiri ferðir royndi at leypa á dómararnar eftir dystin ímillum NSÍ og KÍ í Runavík.

Í sínum úrskurði staðfestir aga- og etiskanevndin, at Eyðstein Skipanes gjørdi tvær royndir at leggja á dómaran á vøllinum beint eftir dystin. Hetta sást eisini á myndunum hjá Televarpinum, sum sendi dystin beinleiðis.

Nevndin staðfestir harafturat, at:

 - Tá dómararnir komu inn í gongina í Bylgjuni, har teirra skiftirúm er, var ítróttastjórin eisini inni í gongini. Har fekk ítróttastjórin sær renningarferð, og við økslini fremst brast hann inn í bringuna á 4. dómaranum, sum hopaði eftir hæli og brast inn í ein rút, stendur í úrskurðinum.

Eftir hetta løgdu vaktir uppí og fingu tamarhald á støðuni.

 - Aga- og etiskanevndin metir, at ongin ivi er um, at ítróttastjórin framdi tilburðin við beðráddum huga og vilja, tí hetta var triðja álopsroyndin, eftir at hann tvær ferðir frammanundan royndi at koma framat dómarunum, men var forðaður av vaktum, skrivar nevndin í úrskurðinum.

Nevndin leggur eisini dent á ábyrgdina, sum fylgir við, tá tú sum ítróttastjóri ert ein av evstu ábyrgdarpersónum í einum fótbóltsfelag. Útihýsingin fevnir ikki um loyvi at vera á ítróttaøkjum sum áskoðari ella leikfólk, skrivar KVF.

Avgerðin um útihýsing og longd á hesi kann kærast til yvirkærunevndina hjá FSF.

Afturat útihýsingini av fyrrverandi ítróttarstjóranum í NSÍ, hevur formaður felagsins, Karstin Joensen, fingið eina átalu, og NSÍ eina bót uppá 5.000 krónur, fyri tað, sum Karstin Joensen segði um dómaraavrikið við Dimmalætting. Hann segði m.a:

 - Generelt er hetta nógv tann vánaligasta dømingin, ið eg nakrantíð havi verið vitni til. Hetta var so ekstremt vánaligt, at sannleikin er tann, at onkur átti at hugt nærri at hasum dómaraavrikinum.

Hendan revsingin kann ikki kærast.

NSÍ fær eisini eina bót upp á 10.001 krónur fyri aðrar hendingar eftir dystin. Sambært frágreiðingini hjá nevndini kastaðu áskoðarar hjá NSÍ lutir inn á vøllin, millum annað eitt fult ølblikk, ið varð kastað stutt frammanfyri har dómarahópurin og fleiri børn gingu, skrivar KVF.

 - Av tí at talan er um fyrsta tilburð av sínum slagi, hevur Aga- og etiskanevndin mett, at tað er ov tyngjandi revsing at døma felagið at spæla fyrstkomandi dyst uttan áskoðarar yvirhøvur ella uttan heimaáskoðarar. Í staðin er gjørt av, at av tí at talan er um fyrsta brot av hesum slagi, verður felagið NSÍ revsað við bót á 10.001 kr., stendur í úrskurðinum. 

Hendan avgerðin kann eisini kærast.

Úrskurðurin hjá aga- og etiskunevnd kann lesast her.