Fyrrverandi HB-venjari hevur fýra HB-leikarar í kikaranum

Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Daniel Johansen og Mads Boe Mikkelsen eru allir farnir til royndarvenjingar í Horsens, har fyrrverandi HB-venjarin Jens Berthel Askou er venjari

Sigurjón Einarsson
6. desember 2021 kl. 16:53

Teir liggja nummar fýra í næstbestu donsku deildini, men hava eina greiða ætlan at flyta upp aftur í bestu donsku deildina, eftir at AC Horsens flutti niður úr bestu deildini seinasta kappingarár.

Venjari er fyrrverandi HB-venjarin Jens Berthel Askou, sum nú fer at royna fýra HB-leikarar av í Horsens hesa vikuna, tí Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Daniel Johansen og Mads Boe Mikkelsen eru allir farnir til royndarvenjingar í Horsens, har teir skulu venja hesa vikuna.

Tað skrivar Horsens Folkeblad.

– Eg kenni teir allar frá míni tíð í Føroyum. Tað eru nakrir dugnaligir spælarar, ið eg haldi er ov góðir at spæla har, teir gera nú, sigur Jens Berthel Askou við Horsens Folkeblad.

Jens Berthel Askou var HB-venjari í tíðarskeiðnum frá 2019 til januar 2021. Hann ynskir nú at finna útav, um hesir leikararnir kunnu taka næsta stigið í einum harðari kappingarumhvørvi.

Hóast næstbesta deildin er farin í vetrarferiu, so fara Horsens-leikararnir ikki í feriu fyrr enn síðst í hesi vikuni, skrivar Horsens Folkeblad.

Horsens hevur fýra stig upp til Hvidovre, ið er á øðrum plássi við 37 stigum. Horsens hevur seks stig upp til FC Helsingør, sum liggur á fyrsta plássi.