Fyrrverandi fótbóltsleikarin og sjónvarpsverturin Tommy Troelsen er deyður

Føroyingar kenna Tommy Troelsen best frá sínum fótbóltssendingum “Sportslørdag” og “Tipslørdag” í 1980-unum og byrjanini av 1990-unum

Sigurjón Einarsson
9. mars 2021 kl. 15:49

Fyrrverandi fótbóltsleikarin og sjónvarpsverturin Tommy Troelsen er deyður eftir langa sjúkralegu. Tað skrivar Vejle Amts Folkeblad á heimasíðu sínari.

Hann bleiv 80 ár.

Tommy Troelsen var ein av 11 dønum, ið var við til at vinna silvur í fótbólti til OL-leikirnar í Rom í 1960. Í alt bleiv tað til 16 A-landsdystir fyri Danmark.

Til dagliga spældi hann við Vejle, har tað bleiv til 257 dystir, har hann skoraði 130 mál, men gavst longu at spæla fótbólt sum 28 ára gamal og gjørdist heldur venjari.

Frá 1975 og trý ár fram var hann U21-landsliðsvenjari hjá Danmark, har hann millum annað hevði Preben Elkjær, Søren Lerby og Frank Arnesen á liðnum.

Men tað er serliga sum sjónvarpsvertur í “Sportslørdag” og “Tipslørdag” – við tí eyðkenda dong-ljóðinum, at vit føroyingar komu at kenna Tommy Troelsen, har hann bæði skemtiliga og sakliga viðgjørdi og greinaði dystir úr bestu donsku og eisini ensku deildini.

Vejle Boldklub upplýsir, at “Troldmanden fra Nørreskoven” verður mintur við, at leikararnir fara at bera syrgiband, tá Vejle spælir steypadyst móti Randers mikudagin. Sunnudagin verður Tommy Troelsen mintur og heiðraður, tá klappað verður fyri honum í ein minutt.