Fyrrverandi FE stjórin leyslatin

Eystari landsrættur metti ikki, at grundarlag var fyri at hava Lars Findsen í varðhaldi. Findsen hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 9. desember

Steinar Patursson
17. februar 2022 kl. 16:07

Eystari landsrættur hevur í dag gjørt av, at fyrrverandi stjórin fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni, Lars Findsen, skal latast leysur úr varðhaldi.

Lars Findsen hevur sitið varðhaldsfongslaður, síðan at býrætturin í Keypmannahavn kom til ta niðurstøðu, men Eystari landsrættur hevur eina aðra meting, og tí verður Lars Findsen nú latin leysur.

Lars Findsen er skuldsettur fyri at hava likið upplýsingar frá Forsvarets Efterretningstjeneste (FE), og PET, sum er Politiets Efterretningstjeneste, vil sambært DR vera við, at talan er um sera loyniligar upplýsingar.

Lars Findsen noktar seg sekan.

DR skrivar, at Eystari landsrættur metir, at grundaður illgruni er fyri, at Lars Findsen kann vera sekur í skuldsetingunum, men at mett verður ikki, at grundarlag er fyri at halda Findsen í varðhaldi.

Hetta merkir við øðrum orðum, at mett verður ikki, at Lars Findsen hevur í hyggjuni at endurtaka lógarbrotið, ella at tað fer at ávirka kanningararbeiðið at lata Findsen leysan.

Lars Findsen hevur sitið í varðhaldi síðan 9. desember.