Fyrrverandi enskur landsliðsvenjari er deyður
Svenski fótbóltsvenjarin Sven Göran-Eriksson er farin
Ragnar Sjúrðarson
26. august 2024 kl. 20:39
Eftir longri sjúkralegu doyði Sven Göran-Eriksson í morgun, 76 ára gamal.
Tað skrivar familjan hjá fyrrverandi svenska fótbóltsvenjaranum í einum tíðindaskrivi.
Tað gekk sera skjótt til síðst, og í morgun andaðist hann, við familjuni rundan um seg, sigur agentur hansara, Bo Gustavsson, sambært SVT.
Í síni yrkisleið sum venjari stóð Sven Göran-Eriksson á odaa fyri 12 feløg, og út av sínum tilsamans 18 steypum vann hann m.a italska meistaraheitið við Lazio. Afturat tí var hann landsliðsvenjari hjá Onglandi, Mexico, Fílabeinstrondini og Filippinunum.
Sven Göran-Eriksson hevði krabbamein í brisinum og segði í januar frá, at hann í besta føri hevði eitt ár eftir at liva í.