Fyrrverandi býráðslimur fyri Framsókn fer nú í Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin er klárur til býráðsvalið í Havn

Áki Bertholdsen
11. oktober 2024 kl. 15:23

Sambandsflokkurin hevur nú gjørt lista til býráðsvalið í Havn. Tað eru 13 valevni á listanum, seks kvinnur og sjey menn.

Í hesum sambandi er vert at leggja merki til, at Bergun Kass, sum hevur umboðað Framsókn í Tórshavnar býráði, stillar nú upp fyri Sambandsflokkin.

Hon sat í býráðnum frá 2016 til 2020, men varð ikki afturvald seinast, tá ið hon fekk 143 atkvøður og var nummar fýra á listanum.

Á valinum í 2016 varð hon fyrst vald á listanum hjá Framsókn við 188 atkvøðum.

Annfinn Brekkstein, sum er einasti býráðslimur fyri Sambandsflokkin, stillar aftur upp hesa ferð, men har eru eisini fólk, sum stilla upp fyri fyrstu ferð.

Tey 13, sum stilla upp fyri flokkin, eru: 

1. Anita Heinesen 

2. Annfinn Brekkstein 

3. Arni Carlsen 

4. Bergun Kass 

5. Geir Wardum 

6. Halla Herdalur Poulsen 

7. Ingvør Skaalum 

8. Jóhan Petur Johannesen 

9. Maud Karbech Mouritsen 

10. Petur Frank Jákupsson Holm 

11. Pól Flosi Johansen 

12. Sunnvá Dahl Høgfeldt 

13. Tummas Rubeksen