Fyrrverandi B71 venjarin telist millum teir bestu í Afrika

Tom Saintfiet hevur havt eina heilt serstaka yrkisleið sum fótbóltsvenjari. Frá at standa á odda sum venjari hjá B71 sum 29 ára gamal, til at vera tilnevndur til ársins venjara í Afrika nú 20 ár seinni

Tom Saintfiet stendur í miðjuni.
Kristian Waag Dam
11. juli 2022 kl. 16:22

Í dag vóru tilnevningarnar til CAF-virðislønirnar almannakunngjørdar. CAF  (Confederation of African Football) er heitið á Afrikansku fótbóltssamgonguni. Sostatt er ein CAF-virðisløn størsta herðaklappi ein leikari ella venjari kann fáa í Afrika.

Millum nøvnini, ið eru skrivaða á tilnevningarlistanum, sæst eisini eitt navn, sum í hálvtannað ár var høvuðsvenjari hjá B71. Talan er um Tom Saintfiet, ið vandi besta liðið hjá sandoyingum í 2002 og 2003, sum tá spældi í næstbestu deildini. Nú venur hann landsliðið hjá Gambia, og í dag er hann vorðin tilnevndur til ársins venjara í Afrika. Fýra aðrir eru eisini tilnevndir til henda heiður.

Tilnevningin kemur í kjalarvørrinum av fleiri ótrúligum úrslitum, sum eisini kunnu lýsast sum brøgd hjá Gambiska landsliðnum. Fyrsta bragdið var í 2021, tá Gambia við Tom Saintfiet á odda, spældi seg víðari til Africa Cup of Nations-endaspælið (AFCON) fyri fyrstu ferð í landsliðssøguni. Tá belgiski Tom Saintfiet tók við sum venjari í 2018, hevði Gambia ongantíð verið nær við at spæla seg víðari til eitt endaumfar og liðið var nummar 172 á FIFA-listanum.

Væntanirnar til gambiska landsliðið til AFCON-endaspælið, ið byrjaði í januar vóru sjálvsagt ikki høgar, tískil kom tað eisini fullkomiliga óvart á, tá Gambia endaði sum vinnari í bólki F. Sostatt spældi Gambia seg víðari í áttandapartsfinaluna ímóti Guinea. Meðan AFCON-endaspælið var í gongd, og Gambia megnaði at gera bragd omaná bragdi, gjørdi Dimmalætting eina samrøðu við Tom Saintfiet. Til ber at lesa greinina her.

Tað at menninir hjá Tom Saintfiet megnaðu at spæla seg víðari til AFCON-endaspælið, men eisini víðari úr bólkaspælinum í AFCON-kappingini, átti at verið nóg mikið, men Tom Saintfiet og menn hansara góvust ikki so. Í áttandapartsfinaluni vann Gambia 1-0 á Guinea, ið var favorittur áðrenn dystin. Enn einaferð høvdu Tom Saintfiet og hansara menn framt eitt bragd.

Í fjórðingsfinaluni skuldi Gambia møtta Cameroun, ið vann AFCON fyri bert fimm árum síðan. Sostatt var talan um ein dyst millum David og Goliat, men hesaferð eydnaðist tað ikki David at vinna á Goliat. Gambia tapti 2-0 á Cameroun. Hóast AFCON-ævintýrið hjá Gambia endaði í einum tapi, so var talan um eina dreyma kapping hjá Tom Saintfiet og Gambia.

Hvørt tann fyrrverandi B71-venjarin verður kosin ársinis venjari ella ei, finna vit útav tann 21. Juli, tá CAF-virðislønirnar verða latnar í Rabat í Marokko.