Tey seinnu árini hava fjeppara-rásir vunnið seg fram. Ein tann kendasta av hesum rásum er Arsenal Fan TV, AFTV, ið sæst á YouTube.
Ein av stjørnunum á hesari rásini hevur verið Claude, ið við sína sera atfinningarsama stíli, vann sær frægd og frama millum Arsenal-viðhaldsfólk, men eisini aðrar fótbóltsfjepparar kring heimin.
Í dag váttar hansara egna Twitter-konto, at Claude er deyður 58 ára gamal.
Hesini boðini koma tveir dagar eftir, at hann greiddi sínum fylgjarum á Twitter frá, at hann fór at “hvørva skjótt, so hann kundi síggja mammu sína aftur, og so kunnu tit øll verða glað”.
Hetta skrivaði hann, eftir at onkur hevði funnist at atfinningarsama mátanum, sum hann brúkti á hesari fjeppara-rásini hjá Arsenal.
Fjeppara-rásin hjá Arsenal byrjaði í 2012, og Claude gjørdist serliga kendur fyri finnast at Arsene Wenger við fleiri ferð at siga: “It´s time to go”.
Men hann varð burturvístur frá rásini í fjør, tá hann kom við einari rasistiskari útsøgn um Tottenham-leikaran, Heung-min Son.
AFTV hevur yvir eina millión fylgjarar á YouTube.
YouTube-rásin sendir vanliga beinleiðis áðrenn og aftaná dystir hjá Arsenal, har viðhaldsfólk sleppa til orðanna, har tað serliga eru reaktiónirnar eftir dyst, sum eru vorðnar kendar.
Løgreglan kannar enn umstøðurnar og orsøkina kring hansara deyða.