Fleiri amerikanskar fyritøkur hava slitið samstarvið við vápnafelagsskapin, NRA (the National Riffle Association), tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.
Eftir ógvusliga hópdrápið í einum skúla í Parkland í Florida, hava áhaldandi áheitanir verið um, at fyritøkur, ið á ein ella annan hátt hava tilknýti til NRA, skulu boykottast. Nógvar fyritøkur hava tikið hetta til sín, og hava slitið samstarvið við NRA.
Ein av fyritøkunum, ið hava slitið samstarvið við valdsmiklu vápnalobbyistarnar, er stóra bilaleigufyritøkan, Hertz and Enterprise, sum bjóðaði NRA-limum avsláttur.
Seinasta skúlahópdrápið í USA hevur birt alsamt meira undir kjakið um at stramma vápnaeftirlitið.
Republikanski guvernørurin í Florida, Rick Scott, hevur játtað seg til at arbeiða fyri at lækka aldursmarkið fyri at keypa vápn frá 18 árum upp í 21 ár.
Rick Scott hevur eftir øllum at døma havt viðhald við vápnafelagsskapin, og hevur fyrr verið ímóti at stramma vápnaeftirlitið í Florida. Tó so, hevur hann nú slakað, grundað á vaksandi trýst frá næmingunum, ið yvirlivdu skottilburðin í Marjory Stoneman High School í Parkland í Florida, skrivar BBC News.