Fyritøkur og stovnar granska meira í dag

Nýggj tøl frá Hagstovuni og Granskingarráðnum vísa, at fyritøkur og stovnar granska meira í dag, samanborið við fyri 20 árum síðani

Fríðmundur Nattestad
28. juni 2024 kl. 17:30

Hagstovan hevur í samstarvi við Granskingarráðið savnað nýggj hagtøl fyri gransking og menining. Hesi tølini vísa, at samanborið við fyri 20 árum síðani, so brúka almennir stovnar og fyritøkur í Føroyum í dag munandi meira til gransking og menning á royndarstigi.

Hetta skrivar Granskingarráðið í dag.

Í Føroyum varð í 2022 granskað fyri 376 milliónir kr. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttatjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, fegnast um, at vit nú hava fingið tøl fyri, hvussu nógv føroyska samfelagið brúkar til gransking og menning.

- Vit vita nú, at støðan er betri enn fyri 20 árum síðani, men enn er langt á mál til at røkka teimum 3 prosentunum av BTÚ, ið eisini Ráðið fyri Gransking, Menning og Nýskapan mælir til. Hagtølini vísa, at bæði tað almenna og privata, eiga at gera størri íløgur í gransking og menning, sigur Annika Sølvará.

Til ber at lesa meira um nýggju hagtølini á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.