Fyritøkan Dove undir nógvum atfinningum

Fyritøkan Dove, ið selur húðvørur so sum deodorant og vætukrem, hevur lagt eina lýsing út, ið hevur fingið sera nógvar kritikk

Guðrun í Jákupsstovu
9. oktober 2017 kl. 12:03

Fyritøkan Dove selur húðvørur, so sum vætukrem og deodorantar. Fyritøkan hevur leingi roynt at leggja seg eftir at marknaðarføra seg sum ein fyritøka við sosialari samvitsku. Tað vil siga, tey royna at leggja seg eftir at umboða fjølbroyttan vakurleika, millum annað við at nýta modellir í øllum støddum, aldri og húðarlitum.

Fyritøkan legði ein sokallaðan "gif" út fríggjadagin í síðstu viku. Ein gif'ur er ein stutt røð av myndum, ella ein stuttur filmur, ið ofta verður brúktur at orða eitt huglag.
Gif'urin vísti eina myrka kvinnu, ílatin eina brúna t-blusu. Hon letur seg úr t-blusunu, og so gerst hon til eina hvíta kvinnu. Hvíta kvinnan ger tað sama, letur seg úr og síðani gerst hon aftur ein onnur kvinna.

Gif'urin vardi ikki nógv meira enn trý sekund, men hevur við øgiligari ferð fingið alt internetið í øðina, og atfinningarnar hava regnað útyvir Dove, ið verður skýrt at vera rasistiskt. 
Dove bleiv m.a. lagt undir sokallaða "hvítvasking", og at geva ímyndina av, at hvíti húðarliturin, afturímóti tí myrka, er "tann rætti". 

Dove tók gif'in av netinum longu sunnudagin, og hevur biðið um almenna umbering.