Fyrimunir og vansar við at flyta til summartíð

Enn einaferð hava vit flutt klokkuna ein tíma fram - og enn einaferð fáa vit høvi til at kjakast um, hvørt tað er eitt gott...

Elisa Vang
25. mars 2018 kl. 15:48
Enn einaferð hava vit flutt klokkuna ein tíma fram - og enn einaferð fáa vit høvi til at kjakast um, hvørt tað er eitt gott hugskot ella ikki. Hvørt ár, náttina til síðsta sunnudag í mars, skulu vit flyta klokkuna ein tíma fram.  Ein handling, sum elvir til bæði ørkymlan og kjak ár eftir ár. Tað finnist tó ein felagsskapur ímóti summartíð.

 

Videnskab.dk hevur grivið djypri niður í teir ymisku fyrimunirnir og vansarnar við summartíð.

 

Er nakað hald í teimum? Hvussu nógva orku spara vit í grundini við at skifta til summartíð?

 

Fyrsti vansi: Tað er ósunt

Í 2008 komu granskarar á Karolinska Instituttet í Stokkhólmi fram til, at vandin fyri at fáa blóðtøpp í hjartað var fimm prosent hægri í vikuni eftir, man skifti til summartíð.

 

Í kanningini gjøgnumgingu granskararnar talið av deyðsføllum orsakaði av blóðtøppum í árunum 1987-2006.

 

Sambært Niels Richard Hansen, professara í hagfrøði á universitetinum í Keypmannahavn, er tað hugsandi, at svensku granskararnar hava funnið ein samanhang millum vandan við at fáa blóðtøpp og skiftið til summartíð.

 

Hvørt talan er um eina ´kausala effekt´- har tað beinleiðis er skiftið, ið elvir til blóðtøpp - er trupult at svara uppá.

 

Harumframt:

"Svensku hagtølini týða uppá, at ein frammanundan ógvuliga lítil vandi kanska økist við fimm prosentum. Um hesi fimm prosentini av øktum vanda elva til nýggj deyðsføll, sum annars ikki høvdu hent, so er sjálvandi orsøk til stúran", sigur Niels Richard Hansen.

 

Í 2015 vistu amerikanskir granskarar í eini líknandi kanning á, at vandin fyri iat fáa blóðtøpp í hjartað var 24 prosent hægri mánadag eftir skiftið til summartíð. 

 

Sum hagfrøðingur hevur Niels Richard Hansen ongar fortreytir fyri at meta um, hvørt skiftið til summartíð veruliga kann hava so álvarsligar fylgjur, at fólk fáa blóðtøpp í hjartað og doyggja av tíð.

 

Hann metir tó, at skiftið til summartíð kann hava skundað undir blóðtøppar, sum høvdu komið allíkavæl.

 

"Tann myndilin hevði verið í samsvar við dáturnar. Í so fall, er sjálvt ein kausal effekt ikki orsøk til stúran", sigur hann.

 

 

Svøvngranskari: Ósannlíkt, at tað elvir til blóðtøpp

Báðar kanningarnar av blóðtøppum í hjartanum nevna ta órógvaðu svøvnrytmuna, sum møgulig orsøk til blóðtøååar og fleiri deyðsføll.

 

Kann ein forskotin tími í døgninum veruliga hava so stórar fygjur?

 

Jens Hannibal, Ph.d. á universitetinum í Keypmannahavn og yvirlækni á Klinisk Biokemisk Afdeling á Bispebjerg Hospital, granskar í døgnrytmu og fylgjurnar, órógvað døgnrytmafyri hevur fyri okkara heilsu.

 

Kann skiftið til summartíð órógva okkara svøvn og døgnrytmu so nógv, at vit fáa blóðtøpp í hjartað og doyggja av tí?

 

"Eg havi trupult við at síggja, hvussu tað, at døgnið broytist ein tíma, skal elva til nakað í tí samanhanginum", sigur svøvngranskarin.

 

Skiftið til vetrartíð elvir til depressión

Ein donsk kanning frá 2017 hevur funnið fram til, at tað eru 11 procent fleiri, ið fáa depressión, í vikuni eftir vit skifta il vetrar´tið - og tað skiftið gera vit bara, tí vit hava summartíð.

 

Í kanningini hava gankararnir umvegis hagtølum kannað, hvussu nógv seta seg í samband við psykiatriina við depressiónseyðkennum í ymiskum vikunum í árinum frá 1995-2012.

 

Tá man samanber viðvikurnar, ið liggja tætt uppat, er ein øking uppá 11 prosent av depressiónstilfeldum í vikuni eftir skiftið til vetrartíð.

 

"Og tað eru altso fólk, ið hava verið so plágað av symptomunum, at tey hava verið á sjúkrahúsinum. Vit hava bara tey álvarsligastu tilfeldini við", sigur Bertel Teilfelt Hansen, ph.d. á Institut for Statskundskab á universitetinum í Keypmannahvn, sum var við at gera kanningina.

 

Bertel Teilfelt Hansen leggur tó dent á, at kanningin ikki vísir, um skiftið til vetrartíð kanska ara hevur skundað undir depressiónina hjá fólki, ið allíkavæl høvdu blivið deprimeraði.

  

Meira kann lesast á videnskab.dk