Fyrilestur við Hávardi Vatnhamar

Í annaðkvøld, mánakvøldið 18. oktober, verður forvitnisligur fyrilestur í Miðhøllini í Leirvíkar skúla

Sigurjón Einarsson
17. oktober 2021 kl. 11:15

Í annaðkvøld verður áhugarverdur fyrilestur við Hávardi Vatnhamar í Leirvíkar skúla.

Hávard Vatnhamar, ið er leirvíkingur, umboðaði Føroyar í summar á Paralympisku leikunum í Tokyo, sum vórðu hildnir í august/september mánaði.

Hávard kemur at greiða frá sínum lívi og um, hvussu hann hevur sett sær mál, og hvussu hann hevur arbeitt fram ímóti at røkka hesum málum.

Hávard, sum sleit sínar barnaskógvar í Leirvík, flutti, saman við familjuni, til Danmarkar, tá hann var 14 ára gamal. Ein arbeiðsvanlukka gjørdi, at Hávard misti høgra arm.  

Hóast skerdar førleikar, hevur Hávard prógvað, at ein kann seta sær stór mál og stremba eftir at náa tey, sum luttøkan á Parolympisku leikunum er eitt prógv um.

Hávard er stoltur av at vera føroyingur og hann kemur eisini at greiða frá, hvønn týdning tað hevur fyri hann, at umboða Føroyar.

Fyrilesturin er ókeypis, men høvi verður at lata ein peningagávu til Svanur, sum er felag í Eysturoynni, fyri børn, ið bera brek.

Tiltakið verður hildið í Miðhøllini í Leirvíkar skúla í annaðkvøld, mánakvøldið 18. oktober, klokkan 19.30.

Kelda: eysturkommuna.fo