Ongi úrslit

Fyri fyrstu ferð í 90 ár er eingin javnaðarmaður úr syðru helvt av Suðuroy í løgtinginum

Frá 1936 og fram til løgtingsvalið 26. mars var altíð javnaðarumboð úr syðru helvt av Suðuroy á tingi

Henrik Old var í hesum umfarinum síðsti javnaðartingmaðurin úr syðru helvt av Suðuroy
Jóannes Hansen
13. apríl kl. 21:35

Tá ið løgtingið fyrrapartin í dag fyri fyrstu ferð síðani valið 26. mars savnaðist, var tað merkisvert, at einki javnaðarumboð úr syðri helvt av Suðuroy er í tinginum. Hetta er fyrsta ferðin síðani á valinum í 1932, at eingin úr syðru helvt av Suðuroy er í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.

Hesa ferð vóru tvey javnaðarumboð í Suðuroy vald í tingið. Tey eru Bjarni Hammer og Súsanna Bertholdsen. Undan hesum valinum vóru Bjarni Hammer á Tvøroyri og Henrik Old úr Vági javnaðarumboð í Suðuroy vald í løgtingið, og tá ið Aksel V. Johannesen skipaði landsstýri, varð Súsanna Bertholdsen tingkvinna.

Tvey valevni úr syðru helvt av Suðuroy vóru hesa ferð á javnaðarlistanum. Dagfinn Olsen í Vági fekk 114 persónligar atkvøður og endaði á 15. plássi, og Jákup á Dul Sørensen í Porkeri fekk 100 persónligar atkvøður og endaði á 16. plássi.

Javnaðarflokkurin hevur frá á valinum í 1936 og fram til valið 26. mars í ár havt umboð við bústaði í syðru helvt av Suðuroy. Átta menn við bústaði í syðra parti av oynni hava umboðað Javnaðarflokkin í løgtinginum fram til valið í mars í ár.

Henrik Old varð fyrstu ferð valdur í 1984, og hann var í tinginum fram til valið 26. mars. Undantakið var valskeiðið 2008 og fram til 2011. Tað komst av, at Henrik ikki bjóðaði seg fram á valinum í 2008. Tá var Hans Pauli Strøm sáli, sum var ættaður úr Vági og búði í Vestmanna, tingmaður.

Fyrsti tingmaður fyri Javnaðarflokkin og við bústaði í syðru helvt av Suðuroy var J. H. Danbjørg í Porkeri, sum fyrstu ferð varð valdur í løgtingið í 1936. Tað var á tí valinum, at tingumboðanin hjá Javnaðarflokkinum øktist úr tveimum og upp í seks umboð. Danbjørg sat – burtursæð frá tíðarskeiðnum 1945-1950 – í tinginum fram til hann doyði 23. juli í 1968.

Jacob Nielsen, sum var vitameistari í Akrabyrgi og var ættaður úr Nólsoy, var tingmaður 1936 – 1943, tá ið hann ikki stillaði uppaftur, tí hann flutti til Mykinesar. William Smith í Vági var tingmaður 1945 – 1950. Dion Nolsøe í Vági var javnaðartingmaður 1958 – 1962 og aftur eftir at Jóhan Danbjørg doyði 23. juli í 1968 og fram til 1970.

Jóan Pauli Thomassen í Vági varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í 1966, og í desember 1970 og inntil valið í 1974 var hann varamaður fyri Atla P. Dam, sum var løgmaður.

Hilmar Bech í Porkeri var tingmaður 1970 – 1984, og so var tað, at Henrik Old í Vági varð valdur í løgtingið. Mikkjal Sørensen í Porkeri kom í tingið, tá ið Jóannes Eidesgaard 15. januar í 1991 varð landsstýrismaður. Mikkjal var løgtingsmaður fram til valið 7. juli 1994.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30