Fyri fyrstu ferð er fólkatalið í Klaksvíkar kommunu farið upp um 5500

Í Klaksvíkar búgva tað nú 5127 fólk

Jóannes Hansen
12. oktober 2024 kl. 13:02

Fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er seinasta árið vaksið við 0,7 prosentum, sum er 39 fólk.

Klaksvíkar kommuna fevnir umframt Klaksvík um Árnafjørð, Norðoyri, Ánirnar, Mikladal, Trøllanes, Svínoy, Húsar og Syðradal.

Sambært uppgerð hjá Hagstovuni búðu tað í september í ár 5519 fólk í Klaksvíkar kommunu. Hetta er fyrsta ferðin, at fólkatalið í kommununi er omanfyri 5500. Fyri einum ári síðani – í september 2023 – búðu tað 5480 fólk í Klaksvíkar kommunu.

Í Klaksvík er fólkatalið síðsta árið vaksið við 39 fólkum. Har búgva tað nú 5127 fólk. Í øllum hinum bygdunum í kommununi til saman er fólkatali tað sama, sum tað var fyri einum ári síðani.

Umframt Klaksvíkar kommunu eru tað fýra aðar kommunur í Norðoyggjum – Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds og Kunoyar kommunur.

Í Fugloyar kommunu eru trý fólk løgst aftrat, so tað nú búgva 45 fólk í kommununi – 16 í Hattarvík og 29 á Kirkju.

Í Viðareiðis kommunu, sum bara fevnir um Viðareiði, er fólkatalið síðsta árið minkað við 13 fólkum – úr 343 og niður í 330 fólk. Tað er afturgongd á 3,8 prosent.

Í Hvannasunds kommunu búgva tað 426 fólk, sum er sjey færri enn fyri einum ári síðani. Í Hvannasundi búgva 419 fólk, í Norðdepli 168 fólk, í Múla býr eingin, í Depli búgva fimm fólk og á Norðtoftum býr eitt fólk.

Kunoyar kommuna fevnir um Kunoy og Haraldsund. Har búgva tað 149 fólk, sum er fýra færri enn fyri einum ári síðani. Í Kunoy búgva 81 fólk, og í Haraldsundi búgva tað 68 fólk.

hagstova.fo