Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina.

Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. 

Bjørg Dam
6. november 2024 kl. 11:28

Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. 

Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. 

Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir

Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. 

Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan hevur søguliga veitt nakrar sosialar íbúðir, til tey mest útsettu. Tað hevur ikki verið semja um at fara ígongd við nakað av hesum hettar valskeiðið!

Vit á kommunulistanum arbeiða fyri, at Havnin skal verða lestarbýur, at nógv færri skula flyta av landinum í lestrarørindum. Vit skula arbeiða fyri, at tey, sum flyta heimaftur, skula fáa búðstaðar- og barnaansingargaranti. Vit vilja, at eldri kunnu flyta í bíligari eldraíbúðir, fáa leysgivið fríkapital og njóta góð ellisár. Eisini fáa ungu familjurnar møguleika at keypa stóru húsini. 

Trivnaður, sosial ábyrgd og bussleið.


Eingin skal ivast í, at fólk við serligum avbjóðingum og breki eiga eitt stórt pláss í mínum hjarta. Eg  arbeiði fyri, at øll skula fáa møguleikar til at útliva síni fullu og bestu menningarmøguligar. Kommunan skal taka nógv meira sosiala ábyrgd, veita tillagaði arbeiðspláss, skapa karmar, har øll trívast og mennast, syrgja fyri javnbjóðis atgongd og atkomu, økja tímagrunnin á dagstovnum fyri serligan tørv og útbúgva mentorar og starvsfólk í sernámsfrøði. Starvsfólk hjá kommununi skula hoyrast og átøk gerast fyri trivna. Eisini skula vit framhaldandi betra bussleiðina.    

Náttúra, orka og umhvørvi 

Tórshavnar kommuna er umhvørvismiðdepilin í Føroyum, og tí eiga vit sjálvandi at ganga fremst og verða errin av økinum. Vit hava kommunalu brennistøðina, fjarhitanetið og Elverkið á Sundi. Í Suðurstreymi framleiða vit lutfallsliga mest grøna orku í landinum. Tí hevur Tórshavnar kommuna eina lyklastøðu í samlaða orkuskiftinum.  Vit skula taka ordiliga ábyrgd fyri náttúruni við at raðfesta neyðuga peningin til at fremja burturkast, drekkivatn-, spillvatn og kloakkætlaninar. 

Eisini skula nýggj initiativ byggja upp nýggj samstørv við allar aktørar í Føroyum. Men, tað krevur ein sterkan óheftan lista og persónar, ið tosa, vilja og skilja umhvørvismál.

Eg vil á nýggja kommunulistanum virka fyri nýggjum tíðum í Tórshavnar kommunu. 

Hetta til valið, fari eg at leggja ymiskt út á bjørgdam.fo og sosialu miðlarnar. 

Vælkomin at fylgja við, viðmerkja og seta mær spurningar. 

Bjørg Dam, valevni á Kommunulistanum