Tað er neyðugt við meiri fótbóltsspæli var ein av niðurstøðunum, eftir at Føroyar hóskvøldið í síðstu viku taptu 2-0 á norska tjóðarvøllinum Ullevaal. Tað gekk frægari eftir steðgin, tá ið Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen og Jákup B. Andreasen vórðu skiftir inn. Tí varð roknað við, at teir fóru at vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Teir manna miðvøllin saman við Gunnari Vatnhamar og Brandi Hendriksson Olsen, meðan Sølvi Vatnhamar, ið mest sum hvørja ferð hevur verið millum teir fyrstu ellivu hjá Håkan Ericson, er millum teir á beinkinum.
René Shaki Joensen er í kvøld fyri 50. ferð á landsliðnum.
Mattias H. Lamhauge var á beinkinum í Oslo, meðan Bárður á Reynatrøð var í málinum. Í kvøld er Mattias H. Lamhauge aftur millum stólparnar, meðan Bárður á Reynatrøð er á beinkinum.
Umframt Bárð á Reynatrøð og Sølva Vatnhamar eru tveir aðrir á beinkinum í kvøld, sum hóskvøldið í Oslo vóru millum teir fyrstu ellivu. Teir eru Hørður H. Askham og Andrass Johansen.
Uppstillingin er 4-5-1: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Bjarti Mørk, Bárður á Reynatrøð, Mads Bo Mikkelsen, Hanus Sørensen, Petur Knudsen, Sølvi Vatnhamar, Klæmint A. Olsen, Hørður H. Askham, Adrian Justinussen, Pætur J. Petersen, Ári Mohr Jónsson, Andrass Johansen