Ongi úrslit

Fýra fyrrverandi starvsfólk hjá Trump stevnd

Kanningarnevndin, ið er niðursett at kanna álopið á kongressina 6. januar í ár, hevur stevnt fýra fyrrverandi starvsfólk hjá Donald Trump

Sigurjón Einarsson
24. sepember 2021 kl. 09:50

Fýra fólk eru stevnd av kanningarnevndini, sum kannar álopið á kongressina 6. januar. Tey fýra vóru øll partur av “innara sirklinum” hjá fyrrverandi forsetanum, skrivar politico.

Hesi fýra eru hansara seinasti stápsstjóri Mark Meadows, Kash Patel frá Pentagon, Dan Scavino, ið hevði ábyrgdina av sosialu miðlunum hjá fyrrverandi forsetanum. Eisini tann kendi Steve Bannon, fyrrverandi ráðgevi hjá Donald Trump er stevndur.

Tey eru øll innkallaði at geva frágreiðing fyri kanningarnevndini um miðjan oktober.

Kanningarnevndin hevur seinastu tíðina kannað nógv skjøl frá føderalu myndugleikunum og frá feløgunum, ið vara av teimum sosialu miðlunum, skrivar AP.

Endamálið er at finna útav, hvat gekk galið, tá Trump-viðhaldsfólk lættliga komu gjøgnum sperringarnar og stormaðu kongressbygningin í hópatal.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

8 tímar síðan

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

4 tímar síðan

Par kom til ilnar á alfaravegi

Í gjár kl. 09:08

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01