Stór tónleikanøvn sum til dømis Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag´n´bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver og Mumford & Sons hava øll spælt á The Great Escape-tónleikafestivalinum, sum verður hildin í Brighton í Onglandi í døgunum frá 11. til 14. mai.
Í dag kunngerð Faroe Music Export og G! Festivalurin, at fýra føroysk nøvn vera við á tónleikafestivalinum í ár, sum verður mettur at vera ein tann besti í Evropa, tá tað kemur til at finna nýggj tónleikanøvn.
Tey fýra føroysku tónlistafólkini, ið vera við, eru:
Joe & The Shitboys
Marius Ziska
Brimheim
Kóboykex
Tey fara øll at hava í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á festivalinum.
The Great Escape-festivalurin er kendur fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og publikum sleppur at uppliva tónlistafólk nær hjá, áðrenn tey spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.
Umframt konsertirnar, so verður hildin ráðstevna við innlitsríkum pallborðsfólki, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum í víðfevndum høpi.
Glenn Larsen, leiðari í FMX, sigur í viðmerking:
- At fáa so nógv pláss í einum so týðandi festivali sum The Great Escape er sjálvandi nakað, vit eru rættiliga fegin um. Hetta er nakað, vit hava arbeitt hart fyri at fáa í lag, og tað er ikki minst nakað, ið øll tónleikavinnan í Evropa fer at leggja merki til. Nú gleða vit okkum til góðar framførslur og nørandi fundir í mai.
Bookingstjórin í The Great Escape, Adam Ryan, er eisini fegin at hava føroysk tónleikanøvn á festivalinum í ár:
- The Great Escape Festival is super excited to partner with FMX and G Festival. I´ve been taken back by the depth of talent, range of genres and number of applications we have received. Hopefully this partnership will provide an important stepping stone into the wider European music market for emerging artists from the Faroe Islands for many years to come.
Meira kann lesast um The Great Escape HER