Seinni dagurin er á skránni í NM-kappingini í dag, og her hava føroyingar nógv at síggja fram til. Ein maður og fýra kvinnur skulu nevnliga royna seg í dag.
Einsamalli hanin er Sofus Bech, sum kappast í flokkinum -89 kg. Sofus hevur frá byrjan verið millum sterkastu føroysku lyftararnar, men seinasta árið hava skaðar argað nakað. Nú er hann tó aftur ávegis toppinum, men hann er upp ímóti øgiligari mótstøðu í dag, so fyrst og fremst ræður um hjá honum at sleppa í kapping aftur og lyfta upp ímoti sínum besta.
Hjá kvinnunum er Maibrit Reynheim Petersen sterkasta kortið. Hon kappast í -81 flokkinum, og er hetta triðja ferðin, at Maibrit tekur lut í NM. Í fjør var um reppið, at hon stóð við heiðursmerkjum, men hon gjørdist eitt lúsa kilo ov stutt. Vónin er sjálvsagt, at hetta fer at eydnast í ár, men eftir styrkislistanum at døma, verður hetta í øgiligari harðari kapping við Caroline Gjernsøe úr Danmark.
Julia Tórmansdóttir Jacobsen tekur eisini lut í -81 flokkinum. Julia er ein av yngru føroysku lyftarunum, og hetta er fyrsta ferðin, at hon tekur lut í NM. Tí ræður tað fyrst og fremst um at venja seg við at taka lut í kappingum av hesum slag, eins og tað sjálvandi verður roynt at fara eftir nøkrum persónligum metum.
Jenny Persson kappast í -71 kg flokkinum. Jenny hevur verið við, síðani føroysk vektlyfting varð endurstovnað fyri fimm árum síðani. Hon hevur eisini vunnið FM, men ein barnsburður helt henni burtur frá ítróttini eina tíð. Hon er tó av álvara komin ígongd aftur, og í dag sleppur hon fyri fyrstu ferð at royna seg í eini NM-kapping.