Fýra fólk tikin fyri at brúka neyðbluss undir steypafinaluni

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið merkiliga friðarligt í nátt - Løgreglan var eisini heppin við veðrinum

Áki Bertholdsen
3. november 2024 kl. 09:20

Í gjár var stóra steypafinalan í fótbólti í Gundadali ímillum HB og B36. Har var nógv fólk og í tí sambandi hevur løgreglan tikið fýra fólk fyri at hava brúkt neyðbluss undir dystinum.

Løgreglan sigur, at hesi fólkini fáa bót, men hvussu stór hon er, vita tey ikki. Vit fingu nýggja lóg um fýrverk á nýggjárinum og nú skal hon standa sína roynd tá ið bótin skal ásetast.

Somuleiðis varð ein maður tikin tí hann var so ólátaður, at hann var til ampa. Hann hevur fingið 1.500 krónur bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Annars hava nógvar veitslur verið í nátt, og tað hevur verið heilt nógv fólk í býnum. Men løgreglan sigur, at tað hevur verið merkiliga friðarligt, so tey hava ikki havt nakað at gera í tí sambandi.

Løgreglan heldur, at tey vóru heppin við veðrinum og at tað hevur gjørt sítt. Tá ið løgreglan er heppin við veðrinum eina sunnunátt, merkir tað, at tað er vindur regn og illfýsið og løgreglan heldur, at tað hevur tikið hugin frá fólki at samlast í býnum, tí tey hava skundað sær heim - og tað minkar munandi um vandan fyri ófriði.