Klokkan var farin eitt sindur av seks í kvøld, tá norska løgreglan í Kongsberg, sum liggur einar 70 kilometrar í ein útsynning úr Oslo, fekk fráboðan um, at ein maður var farin at skjóta frá hond í einum størri øki í býnum.
Løgreglan fór alt fyri eitt at leita og ein hálvan tíma seinni, heilt neyvt klokkan 18:47 varð maðurin tikin.
Tá hevði hann – fyribils – dripið fýra fólk og sært fleiri onnur, sigur norska ríkisútvarpið, NRK, og aðrir norskir miðlar við.
Sum skilst hevur maðurin gingið í einum rímiliga stórum øki, og hann hevur eisini verið inni í einum Coop-handli. Tað váttar samskiftisleiðarin hjá Coop, Harald Kristiansen fyri NRK í kvøld.
- Vit kunnu vátta, at tað hevur verið ein ógvuslig hending í einum av okkara handlum í kvøld, og eg kann eisini siga, at einki av okkara starvsfólkum hava fingið skaða. Vit taka okkum í løtuni av okkara starvsfólkum og annars vísa vit til kanningarnar hjá løgregluni, sigur samskiftisleiðarin hjá Coop.
Norska løgreglan hevði tíðindafund klokkan tíggju í kvøld norska tíð, men enn vil løgreglan ikki siga annað enn, at tað er farin fram ein ógvuslig hending í Kongsberg, sum liggur 70 kilometrar í ein útsynning úr Oslo, og at ein maður varð handtikin ein hálvan tíma eftir fráboðanina.
Spurdur á tíðindafundinum svaraði løgregluovastin, at tað í løtuni ikki er greitt, hví hendingin fór fram, og heldur ikki um talan er um eitt yvirgangsálop. - Tað er nakað sum vit fara at kanna, sum so nógv annað. Í løtuni tryggja vit prógv og ástøð, og so fara vit at avhoyra tann handtikna, segði Øyvind Aas, politimeistari í Kongsberg við miðlarnar.
Orsøkin til, at løgreglan ikki vil siga nakað um hvussu nógv eru dripin, er, at tey skulu boða teimum avvarðandi frá.