Fýra feløg bjóða av í kappingini um at flyta upp

1. DEILD: Í løtuni er tað bara FC Suðuroy, sum er á uppflytingarplássi

Mynd: AB
Jóannes Hansen
14. september 2024 kl. 23:23

Fýra av teimum fimm dystunum í næstbestu fótbóltsdeildini vóru í dag. Fimti dysturin – tann í Vági har B36 var gestur hjá FC Suðuroy – varð ikki spældur. Tað var ov nógvur vindur at spæla fótbólt á Eiðinum. Enn er tað ikki greitt, nær hann verður spældur.

Tað er kapping um at vinna uppflyting í bestu deildina. Hóast FC Suðuroy ikki spældi í dag, so er FC Suðuroy einasta av feløgunum, ið hava møguleika at flyta upp, sum er á heiðursmerkjaplássi.

Í dag tapti AB á heimavølli ímóti TB, og B71 spældi javnt í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

Saman við FC Suðuroy hava AB, B71 og TB møguleika at vinna uppflyting. Treytin fyri at vinna beinleiðis uppflyting er, at felagið endar á heiðursmerkjaplássi og at í mesta lagi eitt annað felag, sum hevur møguleika at flyta upp, er frammanfyri.

Nú tað resta fimm umfør, eru tað seks feløg, sum eru við í kappingini um heiðursmerkjapláss – Víkingur, FC Suðuroy, B36, AB, B71 og TB. Víkingur og B36 hava lið í bestu deildini og kunnu tískil ikki flyta upp.

Umframt útsetta dystin á heimavølli ímóti B36 er skráin hjá FC Suðuroy: B71 (ú), TB (h), FC Hoyvík (ú), AB (ú) og NSÍ (h).

Hjá AB er skráin: FC Hoyvík (h), B71 (ú), Víkingur (ú), FC Suðuroy (h), og HB (ú).

Hjá B71 er skráin: FC Suðuroy (h), AB (h), TB (ú), HB (h) og KÍ (ú).

Hjá TB er skráin: NSÍ (h), FC Suðuroy (ú), B71 (h), KÍ (h), og FC Hoyvík (ú).

Í botninum taptu bæði FC Hoyvík og HB, sum eru undir niðurflytingarstrikuni. Nú eru tað fýra stig frá FC Hoyvík og fram til KÍ, sum í dag á heimavølli vann 2-1 ímóti FC Hoyvík. Gestirnir høvdu í seinna hálvleiki nógvar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at javna.

HB tapti 3-0 í Runavík. Tað úrslitið ber við sær, at HB er níggju stig frá áttanda plássinum, og at NSÍ er ellivu stig frá niðurflytingarplássi.

 

KÍ – FC Hoyvík 2-1 (2-1)

0-1: Heðin Olsen 8.

1-1: Jákup B. Andreasen 26.

2-1: Dan í Soylu 28.

 

Víkingur – B71 1-1 (1-0)

1-0: Bjørn Bjarkhamar 32.

1-1: Romulo Bosqueiro 88.

 

NSÍ – HB 3-0 (0-0)

1-0: Súni Hansen 47.

2-0: Jógvan Højgaard 81.

3-0: Mórits Heini Mortensen 95.+

 

AB – TB 1-2 (0-0)

1-0: Rógvi Skála 54.

1-1: Ndende Adama Guéye 64.

1-2: Markus Thorberg 92.+

 

FC Suðuroy – B36 útsettur

Víkingur

22

11

6

5

50

28

39

FC Suðuroy

21

10

9

2

45

27

39

B36

21

10

7

4

41

27

37

AB

22

9

7

6

41

24

34

B71

22

9

7

6

33

26

34

TB

22

7

11

4

30

20

32

NSÍ

22

7

7

8

32

37

28

22

6

3

13

22

45

21

FC Hoyvík

22

4

5

13

17

43

17

HB

22

2

6

14

23

57

12

Máltindurin

Fríði Holm FC Suðuroy

12

Tijani Yakubu B71

12

Marley Blair AB

11

Rani Hansen Víkingur

11