Triðja umfar í bestu fótbóltsdeildini er ikki heilt liðugt enn. Í dag vóru fýra dystir, og í annaðkvøld klokkan 18 verður punktum sett fyri hetta umfarið, tá ið EB/Streymur verður gestur á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur tekur ímóti.
Í dag vóru tað fýra favorittar, sum allir vunnu fulla úrtøku.
B36 vann í kvøld 4-1 á Skála. Carlos Ferreira, portugisiski álopsspælarin á Skála, skoraði fyrsta málið ímóti B36 í ár. Hetta var eisini fyrsta málið í bestu deildini hjá Carlos Ferreira, sum í fjør var toppskjútti í 1. deild.
Víkingur vann 2-0 á heimavølli ímóti B68, sum vísti góðan hugburð. Fyrra málið skoraði Finnur Justinussen, sum leygardagin fylti 35 ár. Finnur hevur skorað eitt mál í øllum trimum dystunum.
Víkingur og B36 hava fulla úrtøku, og nú verður við spenningi sæð fram ímóti uppgerðini 21. apríl, tá ið B36 verður gestur í Sarpugerði. Undan tí dystinum eigur Víkingur grannadyst í Fuglafirði og grannadyst í Sarpugerði ímóti Skála.
B36 eigur 07 Vestur á heimavølli og so NSÍ á útivølli.
Í dag hevði NSÍ í eina góða løtu fatur á rætta endanum í Klaksvík, har liðavrikið hjá heimaliðnum var lítið sannførandi – bæði í álopi og verju. NSÍ spældi seg til fleiri góðar møguleikar og var frammanfyri 2-0, men kortini vann KÍ 3-2. Toppskjúttin í deildini Páll A. Klettskarð skoraði tvey mál fyri KÍ, og næstbesti málskjúttin í deildini Petur Knudsen legði upp til fyrra NSÍ málið, sum KÍ verjan skoraði, og hann skoraði seinna NSÍ málið.
Í Gundadali vóru tað fýra ymiskir málskjúttar, tá ið HB vann 4-0 ímóti ÍF. Fuglfirðingar vístu góðan hugburð, og tað var málleyst inntil lítla løtu undan steðginum. ÍF hevur einki stig vunnið, og ÍF hevur einki mál skorað.
KÍ – NSÍ 3-2 (1-2)
0-1: sjálvmál 12.
0-2: Petur Knudsen 19.
1-2: Páll A. Klettskarð 28.
2-2: Páll A. Klettskarð 62.
3-2: Árni Frederiksberg 66.
Víkingur – B68 2-0 (0-0)
1-0: Finnur Justinussen 54.
2-0: Poul Kallsberg 68.
Skála – B36 1-4 (0-2)
0-1: Bjarki C. Nielsen 22.
0-2: Zean Dalügge 39.
0-3: Marius Kryger Lindh 47.
1-3: Carlos Ferreira 79.
1-4: Gutti Dahl-Olsen 96.+
HB – ÍF 4-0 (1-0)
1-0: Mohamed Samba 42.
2-0: Hanus Sørensen 51.
3-0: Sammy Skytte 57.
4-0: Áki D. Samuelsen 62,
Týsdagin 2. apríl
07 Vestur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00
Støðan
B36 | 3 | 3 | 0 | 0 | 9 | 1 | 9 |
Víkingur | 3 | 3 | 0 | 0 | 6 | 1 | 9 |
KÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 9 | 4 | 6 |
HB | 3 | 2 | 0 | 1 | 8 | 4 | 6 |
NSÍ | 3 | 1 | 0 | 2 | 7 | 7 | 3 |
07 Vestur | 2 | 1 | 0 | 1 | 1 | 2 | 3 |
Skála | 3 | 1 | 0 | 2 | 5 | 7 | 3 |
EB/Streymur | 2 | 0 | 1 | 1 | 1 | 4 | 1 |
B68 | 3 | 0 | 1 | 2 | 1 | 6 | 1 |
ÍF | 3 | 0 | 0 | 4 | 0 | 11 | 0 |
Máltindurin
Páll A. Klettskarð KÍ | 6 |
Petur Knudsen NSÍ | 4 |
Áki D. Samuelsen HB | 3 |
Finnur Justinussen Víkingur | 3 |
Zean Dalügge B36 | 3 |
4. umfar
Leygardagin 6. apríl
Skála – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00
Sunnudagin 7. apríl
ÍF – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
NSÍ – EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 17.00
B68 – HB: Bjarki Danielsen kl. 17.00
B36 – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00