Fýra eysturbúgvar hava skrivað undir

Víkingur hevur í kvøld skrivað undan tvey ára sáttmálar við fýra evnaríkar spælarar

Jóannes Hansen
31. august 2023 kl. 19:03

Tað snýr seg um, at lokalir spælarar syrgja fyri, at Víkingur er við í kappingini um FM og europeisku plássini.

Soleiðis plaga teir at siga í Víkingi, og í kvøld hava teir enn einaferð staðfest, at tað ikki bara eru orð.

Víkingur boðar í kvøld frá, at fýra ungir spælarar hava skrivað undir tvey ára sáttmálar í Sarpugerði. Talan er um fýra spælarar, sum eru uppvaksnir í Sarpugerði, og sum longu hava gjørt seg galdandi á besta liðnum.

Undantakið er 19 ára gamli Hans Jákup Arngrímsson. Hann er evnaríkur málverji, sum higartil hevur vart málið í næstbestu deildini. Eingin ivast í hansara evnum.

Hinir tríggir eru fastir menn á besta liðnum. Teir eru vongverjarnar 20 ára gamli Signar á Brúnni og 21 ára gamli Ingi Jonhardsson og 20 ára gamli miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard.