Fýra dystir eru útsettir

Fyrsti dysturin í VFF-KUP verður á Svangaskarði í kvøld

Mynd: B68
Jóannes Hansen
17. januar 2023 kl. 14:21

Seinastu árini hava venjingardystirnir undan kappingarbyrjan í fótbóltinum verið skipaðir í VFF-KUP, sum kappingin eitur, ið Venjarafelagið skipar fyri.

Sambært skránni skuldi fyrsta umfar vera í kvøld, men kavin er orsøk til, at fýra av fimm dystum eru útsettir.

Einasti dysturin, sum verður spældur, er tann á Svangaskarði, har B68 klokkan 18 í kvøld fær vitjan av HB.

Skráin fyri fyrsta umfar sær soleiðis út:

Í kvøld klokkan 18.00

B68 – HB: Kári J. á Høvdanum

Mikudagin 18. januar

ÍF – AB: Bjarki Danielsen kl. 19.00 (á Tórsvølli)

Týsdagin 24. januar

KÍ – NSÍ: Petur Reinert kl. 18.00

Mikudagin 25. januar

07 Vestur – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen

Útsettur

EB/Streymur – B36: Jákup Ø. Mohr