Come together, right now....
Úr Fuglafirði ljóða boðini soleiðis:
"Komið og hoyrið teir fýra borgarstjórarnir í landnyrðings-Føroyum hugleiða um felags stev, felags samleika og mentan. Við yvirskriftini: Saman hvør sær; hugleiða borgarstjórarnir Torbjørn Jacobsen, Sonni á Horni, Jógvan Skorheim og Jóhan Christiansen um framtíðarútlit og menning sæð út frá einum mentanarligum sjónarhorni.
(Mynd: Mentanarhúsið í Fuglafirði)
Yvirskriftin ber eisini brá av tvítýdningi, tí hóast støði verður tikin í einum mentanarligum sjónarhorni, kann felags samleikin eisini finnast innan økini vitan og vinna.
Øllum kunnugt, hava júst landnyrðings-Føroyar hópin av altjóða virkjum, sum bjóða av í heimshøpi, og nærum øll rávøran, ið árliga kemur upp á land í Føroyum, er úr økinum.
Vitan, vinna og mentan, hvør sær trý økir, men um vit samla økini og leggja áherðslu á at finna felags stev, hvat megna vit tá?
So hóast teir fýra eru borgarstjórar í hvør sínum øki, hvat megna teir so saman, vinnu, vitan og mentan at frama?"
Tiltakið við landnyrðinsborgarstjórunum er partur av Mentanardøgunum í Fuglafirði, sum eru frá 31. august til 3. september.
Meira um Mentanardagarnar í Fuglafirði HER