Fýra bilførararir tiknir við kenning í Klaksvík

Eisini í so máta setti summarfestivalurin síni spor hjá løgregluni

Áki Bertholdsen
11. august 2024 kl. 09:22

Hetta vikuskiftið hava nøkur túsund fólk verið á summarfestivali í Klaksvík og tað hevur sett síni spor - eisini hjá løgregluni.

Løgreglan sigur, at í gjár og í nátt eru fýra bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning í Klaksvík.

Tveir av teimum vórðu tiknir á døgurðamáli í gjár, men tá ið teir blástu í alkometrið, sló tað út, so nú er blóðroynd tikin av bilførarunum.

Løgreglan sigur, at tað hendur seg meiri enn so, at bilførarar hava lumpað seg, tí teir koyra dagin eftir at teir hava havt kenning. Tá føla teir seg so edrúar aftur, at teir halda, at nú er tað runnið av - men tað er tað bara ikki.  

So ráðini frá løgregluni eru, at hava bilførarar havt kenning um náttina, og út á morgunin, er best at lata bilin standa dagin eftir, tí í Føroyum er promillumarkið bara 0,2, og tá skal onki til fyri at verða tikin.

Síðani vórðu tveir bilførarar afturat tiknir í Klaksvík í nátt. Legarnáttina vórðu eisini tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning í Gøtu, so tilsamans eru seks bilførarar tiknir hetta vikuskiftið.