Fýra bilførarar tiknir í gjárkvøldið

Ein hevði eitt smábarn sitandi leyst í bilinum

Áki Bertholdsen
4. august 2024 kl. 09:59

Í gjárkvøldið hevur løgreglan kannað fersðsluna og í hesum sambandi vórðu tríggir bilføarar tiknir

Beint eftir náttúrða í gjár varð løgreglan í Klaksvík úti um seg í ferðsluni og har vórðu tríggir bilførarar tiknir Og teir fingu 1.500 krónur í bót í part, umframt at teir allir eisini fingu klipp í koyrikortið.

Tveir fingu revsingina fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu og tann triði varð tikin tí at hann hevði eitt smábarn sitandi leyst í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tað sat í barnastóli, ella varð spent í trygdarbelti.

Og seinni varð ein bilførari eisini tikin í miðskaðarøkinum fyri at koyra við kenning.