Fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir

Og ein koyrdi nakað væl skjótari enn loyvt er

Áki Bertholdsen
30. juli 2024 kl. 07:46

Nú bara tær seinastu restirnar av ólasøkuni eru eftir, kann løgreglan staðfesta, at tey hava tikið fimm bilførarar. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 107 kilometrar í Norðoyatunlinum og tað kostar honum eina bót, men eisini eitt klipp í koyrikortið.

Í Fuglafjørði hendi eitt lítið ferðsluóhapp tá ið ein bilur rendi á ein parkeraðan bil. Men í gjárkvøldið og í nátt eru eisini fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaður, tvær av rúsdrekka og tveir av rúsevnum.

Í Norðurøkinum varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning, men so eru tríggir bilførarar tiknir í Havn fyri at koyra ávirkaðir. Ein var ávirkaður av rúsdrekka og tveir vóru ávirkaður av rúsevnum.