Fýra bilførarar koyrdu alt ov skjótt

Aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar

Áki Bertholdsen
28. oktober 2024 kl. 09:40

Aftur í gjár varð løgreglan úti við ferðmátaranum og hesa ferð vóru tey á einum strekki í Kollagjørði, har tað er loyvt at koyra 80.

Og har vóru nakrir bilførarar, sum høvdu alt ov stóran skund. Løgreglan sigur, at ta løtuna tey stóðu har, vórðu fýra bilførarar tiknir - og teir koyrdu alt ov skjótt.

Sostatt fingu allir fýra bilførararnir bót, men harafturat fingu tríggir av teimum eisini eitt klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 110 kilometrar um tíman.

Men so var tað ein bilførari, sum koyrdi upp 115 kilometrum um tíman og hann missur koyrikortið treytað. Sostatt má hann taka koyrikortið um aftur áðrenn tríggirm mánaðir eru farnir, annars missur hann tað heilt.