Fýra bilførarar fingu klipp - og ein spældi av við koyrikortið

Fyrrapartin í gjár var løgreglan í Eysturoynni og kannaði ferðsluna

Áki Bertholdsen
25. juni 2024 kl. 07:43

Fyrrapartin í gjár var løgreglan í Eysturoynni og kannaði ferðsluna. Tey vóru bæði á strekkinum Millum Fjarða og á Fuglafjarðarvegnum.

Hetta eru tvey vegastrekki har royndirnar vísa, at bilar koyra hart og í gjár var tað heldur ikki til fánýtis. 

Løgreglan sigur, at tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra 105 og 108 kilometrar um tíman. Men so var tað ein, sum koyrdi 117 á Fuglafjarðarvegnum og hann missur koyrikortið treytað og má sostatt taka tað av nýggjum.

Men harafturat vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu. Nú er revsingin fyri tað, herd, so nú kostar tað 1.500 krónur í bót og eitt klipp í koyrikortið.