Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Suðuroy. Mátingarnar vórðu gjørar á landsvegi í Ørðavík og í Trongisvági, har tað er loyvt at koyra 80.
Har vórðu tveir bilførarar tiknir og umframt at teir fáa bót, fáa teir eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 102 og 106 kilometrar um tíman. Bøturnar eru ávikavist 1.500 og 2.000 krónur.
Í Havn fingu tveir bilførarar 1.500 krónur í bót, umframt klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Annars fekk ein maður eisini 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar tá ið hann var ólátaður í miðbýnum í Havn.
Og í gjár varð eisini ringt til løgregluna tí roykur stóð úr einum báti við kongabrúnni í Havn. Men tað vísti seg at vera oljufýringin í bátinum sum var farin at rúka.