Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Løgreglan sigur, at tað sæst týðiliga í náttarlívinum at túsundtals føroyingar ru í Berlin

Áki Bertholdsen
13. januar 2024 kl. 09:25

Tað hevur verið stilt og friðarligt í nátt. Løgreglan sigur, at tað merkist týðiliga, at so nógvir føroyingar eru Berlin. Onkur sigur, at útvið 5.000 føroyingar eru farnir til Berlin at stuðla landsliðnum í hondbólti og tað sást aftur í náttarlívinum tí tað hevur verið lítið fólk at síggja í býnum.

Einar tvær ferðir mátti løgreglan banka upp á hjá fólki at fáa tey at dempa tónleikin, men annars hevur løgreglan einki havt at gera.

Men afturfyri fingu tey stundir at gera ferðslukanningar, so tað hava tey gjørtt nógv burtur úr.

Hesa ferð hava tey verið fleiri staðni í Eysturoynni og kanna ferðsluna, og úrslitið er, at fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

Tríggir  koyrdu ímillum 71 og 80 kilometrar í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. Og ein koyrdi ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80.