Fýra bilførarar fingu bót og klipp

Tann eini hevði barn í bilinum, uttan at at brúka trygdarútgerð.

Áki Bertholdsen
1. november 2024 kl. 08:03

Tíðliga í gjáramorgunin, um tað tíðina foreldur koyra børnini í barnagarð og í skúla, gjørdi løgreglan ferðslukanningar við ein barnagarð í Klaksvík. Har vórðu fleiri bilar kannaðir, og úrslitið varð, at ein bilførari fekk 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið tí hann hevði eitt barn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at barnið sat í røttum stóli og trygdarbelti.

Annars gjørdi løgreglan eisini ferðslukanningar í Kaldbaksfjørði og har fingu tríggir bilførarar 2.000 krónur í bót, umframt klipp í koyrikortið fyri at koyra 105 -106 kilometrar um tíman.

Annars fór ein parkeraður bilur á rull í Havn og hann rakti ein annan bil. Men tað var áðrenn ferð var komin á, so bilarnir fingu ikki nevnivert av skaða. Men hví hann fór á rull, vita tey ikki.