Í dag, mikudagin 28. august, fyllur ein av okkara fremstu politikarum seinastu nógvu árini, Kaj Leo Holm Johannesen, 60.
Í eini heilsan ynskja tey í Sambandsflokkinum honum til lukku við degnum, samstundis sum at tey takka honum fyri hansara politiska megnararbeiði fyri Sambandsflokkin gjøgnum árini, sum tey málbera seg.
Í sínum politiska lívið hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið bæði býráðslimur, løgtingsmaður, landsstýrismaður, løgmaður og formaður Sambandsfloksins.
Fyrstu ferð, Kaj Leo Holm Johannesen, trein á politiska pallin, var í 1996, tá ið hann varð valdur í Tórshavnar býráð og sama ár hevði hann eisini sæti á Løgtingi av og á sum varamaður. Í 2002 varð hann valdur á Føroya Løgting og síðani hevur hann verið afturvaldur hvørja ferð.
Umframt at hann hevur verið løgtingsmaður, sæst í einum yvirliti hjá www.in.fo, at hann eisini hevur verið bæði landsstýrismaður, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum.
Longu í 2004 varð hann valdur til formann í Sambandsflokkinum har hann tók við eftir Lisbeth L. Petersen, sum legði frá sær. Hann var formaður til í 2015, tá ið Bárður á Steig Nielsen tók yvir.
Og í 2008 varð hann valdur til løgmann í samgonguni ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Tað hendi eftir at Jóannes Eidesgaard, sum annars var løgmaður, hevði koyrt Tjóðveldi og Miðflokkin úr samgonguni, sum varð skipað í februar sama ár.
Tann samgongan sat til í 2011, men sama ár varð hann aftur valdur til løgmann, hesa ferð í samgonguni ímillum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri. Frá 2019 til 2022 varð hann landsstýrismaður í heilsumálum.
Annars sigur www.in.fo, at bara 14 ára gamal fór Kaj Leo Holm Johannesen til skips og í 1986 tók hann prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hann hevur bæði verið við fiski- og farmaskipi, umframt at hann hevur verið bæði bilasølumaður og fiskasølumaður.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur eisini verið málmaður hjá HB í nógv ár og boð vóru eisini eftir honum at verja málið hjá landsliðnum.
Í samrøðu við Sosialin í síðstu viku segði Kaj Leo Holm Johannesen, hann ikki stillar uppaftur á næsta løgtingsvali, og at hann tá gevst í politikki, tí nú er hann mettur av politikki.
Heilsuliga støðan hevur darvað hann illa seinastu árini, tí hann hevur ein sjúku í rygginum sum ger tað til ein kamp at vera á fótum.
Kelda: www.in.fo