Elon Musk hevur eftir øllum at døma latið tað upp í hendurnar á Twitter brúkarum, um hann skal halda fram sum stjóri í Twitter.
Musk legði í gjár eina atkvøðugreiðslu til sínar 122 milliónir fylgjarar á Twitter, har hann spurdi, um hann skuldi leggja frá sær sum stjóri. Eisini legði hann aftrat, at hann fór at virða úrslitið av atkvøðugreiðsluni.
Higartil hava fleiri enn 17 milliónir greitt atkvøðu, og úrslitið vísir, at 57 prosent halda, at hann skal leggja frá sær.
Hóast tað sær út sum, at Musk letur Twitter taka eina demokratiska avgerð um framtíðina hjá felagnum, eru ikki øll, ið eru sannførd um, at tað veruliga er so, og fleiri av viðmerkjarunum undir atkvøðugreiðsluni siga, at ivaleyst hevur Musk longu funnið sær ein avloysara, og at talan er tí bert um eina roynd at fáa avgerðina at síggja demokratiska út.
Elon Musk ognaði sær Twitter í oktober fyri 44 milliardir dollarar, men skiftið til nýggja eigaran hevur ikki verið uttan kontrovers.
Áðrenn eigaraskiftið fanst Musk hvassliga at vantandi virðing fyri talufrælsinum av fyrrverandi eigarunum, men síðan Musk tók yvir, eru fleiri tíðindafólk, ið hava verið kritisk mótvegis Musk, ið eru koyrd av Twitter.
Musk vil sjálvur vera við, at ávís fólk eru koyrd av Twitter, tí at tey hava sett trygd hansara í vanda við at leggja út persónligar upplýsingar um seg og sína familju.
Til dømis hevur Musk eisini strikað ein brúkara, ið støðugt legði út, hvar flogfarið hjá Elon Musk var statt.
Í farnu viku boðaði Elon Musk eisini frá, at frameftir verður tað ikki góðtikið at leggja út leinkir og annað, ið eggja til at nýta aðrar sosialar miðlar, so sum Facebook ella Mastodon.