Frederik Willem de Klerk, fyrrverandi forsetin í Suðurafrika, er deyður av krabbameini, 85 ára gamal.
De Klerk, sum varð seinasti hvíti forsetin í Suðurafrika, fekk staðfest krabbamein fyrr í ár, sigur BBC.
De Klerk sat sum forseti í Suðurafrika frá 1989 til 1994, og hann var týðandi partur í tilgongdini frá apartheid til eitt meira opið og demokratiskt Suðurafrika. Í 1990 boðaði de Klerk frá, at ANC leiðarin, Nelson Mandela, fór at verða leyslatin úr fongsli.
Nelson Mandela gjørdist síðani forseti í Suðurafrika eftir valið í 1994, tá ANC flokkur hansara ikki longur var bannaður í landinum.
Tað var grunnurin eftir de Klerk, ið boðaði frá, at de Klerk andaðist heima hjá sær sjálvum í morgun, og grunnurin boðaði eisini almenninginum frá fyrr í ár, at de Klerk hevði fingið staðfest eitt slag av lungnakrabba.
De Klerk tók við sum forseti í Suðurafrika eftir Pieter Willem Botha, og eftir 1994 sat de Klerk saman við Thabo Mbeki sum varaforseti í stjórnini hjá Nelson Mandela.