Fútin: Útlendingar eru enn vælkomnir

Á tíðindafundinum í dag segði fútin millum annað um útlendingar, ið ætla at vitja her á landi, at eingin er óynsktur, bara tey halda tilmælini

Sigurjón Einarsson
5. mars 2021 kl. 14:22

Tað vakti ans og elvdi til nakað av kjaki, at fimm danir vóru komnir til Føroya farna vikuskiftið og fóru beinleiðis í býin og harvið brutu tilmælini um sóttarhald og kanning á sætta degi. Í kjalarvørrinum av hesi hending varð nógv skrivað um hetta málið – bæði í føroyskum og donskum miðlum.

Á tíðindafundinum í dag var eisini komið inn á hetta, tá spurt var um, hvussu føroyskir myndugleikar ætlaðu at bera so í bandi og forða fyri, at ferðafólk koma til landið og fara beinleiðis í býin.

Her segði Michael Boolsen, fúti, at løgreglan ikki hevur heimild til annað, enn at vísa fólki á tilmælini, tá talan millum annað kemur til býarlívið.

Hann segði eisini, at løgreglan fer at fylgja væl við og halda eyga við, at ferðafólk fara at halda tilmælini.

- Eingin er óynsktur, bara tey halda tilmælini, segði fútin á tíðindafundinum.

Løgmaður tók undir við fútanum og segði, at tað fyriliggur ikki í ætlanini í løtuni, at geva bøtur út til fólk, ið bróta tilmælini.

- Men verður hetta ein trupulleiki, so er tað møguligt, at vit fara at taka hetta upp, segði hann.

Eisini kom fram á tíðindafundinum í dag, at tey, sum eru liðug koppsett ikki noyðast í sóttarhald í seks dagar eftir komu, og at hetta er bæði galdandi fyri føroyingar og útlendingar.

Aðrastaðni í Norðurlondum hava myndugleikarnir valt at lóggeva meira nágreiniliga fyri, um fólk ikki halda tilmælini. Í Grønlandi eru dømi um fólk, ið hava fingið bøtur á 3.000 krónur fyri at hava brotið fimm daga sóttarhald, sum er galdandi har. Í Íslandi kunnu bøtur verða útskrivaðar til tey, ið ikki virða sóttarhaldið. Har skulu íslendingar og ferðafólk – eins og í Føroyum – kannast við komu og á sætta degi. Bøturnar eru alt frá 2.400 krónur og upp til umleið 24.000 krónur.    

Men í Føroyum verður álitið enn galdandi ístaðin fyri lóggávu.

Tað er eingin lóggáva um seks daga sóttarhaldið, sum framvegis bert er eitt tilmæli, og boðskapurin hjá myndugleikunum hevur - í koronatíðini - altíð verið og framhaldandi er, at føroyska koronustrategiin skal byggja á álit.