Fútastova aftur til røturnar

Fútastova hevur verið matstova undir veingjunum hjá Gist & Vist í nøkur ár. Skifttandi kokkar hava arbeitt...

Leif Láadal
25. november 2018 kl. 10:27

Fútastova hevur verið matstova undir veingjunum hjá Gist & Vist í nøkur ár. Skifttandi kokkar hava arbeitt har og tó at útgangsstøði øll árini hevur verið franski køkurin, so er hetta komsept ikki hildið so strangt. Nú er matstovan bakkað nøkur fet aftur og satsar so at siga 100 prosent upp á tað franska. 

Vit valdu jólamatskránna við fimm rættum, vínskrá og kaffi við einum glasi afturvið (avec). Prísur 1300,- kr. pr. munn. Fyrsti rættur var jarðkneysasuppa vid stoktum jákupskeljun og jarðkneysa-chips. Afturvið eitt glas av Petit Chablis frá Les Allees du Domaine. Lætti, tó innihaldsríki smakkurin av jarðkneysum, hóskaði serstakliga væl til mildu jákupskeljarnar. Jákupskel er ein delikatessa, men eins og við øðrum fiskavørum – tá tær er feskar – so skal eitt sindur av kryddi til. Kryddi í hesum førum var suppan, og har var ikki ein fingur at seta á. Smakkaði væl, og vínið var eitt gott væl.

Næsti rættur var ”eplamos”. Ja, tað ljóðar kanska eitt sindur simpult, men tá vit hava við franska køkin at gera, so er eplamos ikki bara eplamos, og soleiðis var heldur ikki í hesum føri. Heitið á rættinum var ”Eplamorl vid pojeradum eggi og rivnari trøflu”. Afturvið eitt glas av Macon Blanc Villages frá J. Faiveley. Tað, sum lyfti hendan rætt uppum eplamos og egg, var eitt fjall av rivnari trøflu, sum lá sum ein dýna omaná. Nú er tað so heppið, at undirritaði er púra vekk í smakkinum av trøflu, tó at tað kann ganga long tíð ímillum, at eg fáa hana. So hesin rættur skoraði nógv stig, tó at talan ikki var um mest torføru matgerð, sum er til.


Brot úr longri ummæli av Fútastovu, sum er at lesa í Dimmalætting hesaferð. Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina HER