Fútabann órógvar íslendska valstríðið

Trotabúgvið eftir gamla Glitnir bankan hevur kravt fútabann um tíðindaflutning um bankan

Regin Winther Poulsen
20. oktober 2017 kl. 16:23

Tað hevur merkt valstríðið hjá grannum okkara fyri vestan seinastu dagarnar, at fútabann er lagt á tíðindaflutning um vinnuliga sølu úr íløgugrunni í Íslandi, stutt undan kreppuni í 2008. Tíðindini hava snúð seg um, at Bjarni Benediktsson, forsætisráðharri Íslands, seldi partabrøv úr einum íløgugrunni hjá íslendska bankanum Glitnir, stutt áðrenn bankin fór av knóranum. Tað er trotabúgvið eftir gamla bankanum, ið hevur kravt fútabannið, tí upplýsingarnar, sum miðlarnir hava, fevna um fleiri kundar hjá bankunum. Men fútabannið verður væntandi ikki staðfest av dómstólunum


Seinastu dagarnir hava fjølmiðlafólk hjá íslendsku tíðindamiðlunum Stundin og Reykjavík Media og hjá enska miðlarisanum The Guardian skrivað nógv um forsætisráðharra Íslands, Bjarna Benediktsson. Tíðindini hava snúð seg um, at Bjarni Benediktsson seldi part av ogn síni í íslendska íløgugrunninum Sjóður 9, sum bankin Glitnir átti, dagarnir áðrenn íslendski fíggjarheimurin fór dyggiliga av knóranum 6. oktobur 2008. Bjarni Benediktsson var tá limir í fíggjarnevndini í Altinginum, og tí verður hann lagdur undir at hava gjørt sær dælt av serligu upplýsingunum, sum hann hevði úr nevndini.

Men tíðindastreymurin fekk bráðan enda í síðstu viku, tá fútabann varð lagt á fjølmiðlarnar ímóti at brúka upplýsingarnar, sum vóru grundarlagið undir tíðindaflutninginum. Tað var trotabúgvið eftir gamla bankanum, ið hevði reist kravið, sum sýslumaðurin í Reykjavík eftirlíkaði. Talan er um upplýsingar úr trotabúgvinum, ið eru liknar út til fjølmiðlarnar, og sum búgvið vil vera við innihalda fíggjarligar upplýsingar um fleiri kundar hjá gamla bankanum.


Guð signi Ísland!

Vit minnast øll, tá heimskreppan herjaði í 2008. Fíggjarheimurin í USA var knekkaður og allur heimurin varð merktur av kreppuni. Rákið, sum hevði verið í bankaheiminum, tá fiktiv virðir vóru grundarlagið undir risastórum vøkstri, var av, og heimurin vaknaði við kaldan dreym. Eisini føroyskur banki fór av knóranum, men varð bjargaður í tøkum tíma.

Verri var hjá grannum okkara fyri vestan. Ísland var millum londini, ið vórðu harðast rakt av kreppuni, tá fíggjarheimurin støkk sundur. Virðið á íslendsku bankunum var 11 ferðir størri enn bruttotjóðarúrtøkan í landinum, og tað ber einans til at ímynda sær, hvussu tað var at hoyra tíðindini um fíggjarkreppuna hjá íslendingum í oktober mánaði 2008.

Víkingaútrásirnar, sum navnið á íløguferðunum hjá íslendingum út í heim vórðu nevndar, fingu bráðan enda, tá íslendski keypskálin stongdi 6. oktobur.

Stutt undan miðnátt 5. oktobur hevði Geir Haarde, sum tá var forsætisráðharri í Íslandi, hildið røðu, har tað eyðnaðist honum at sissa íslendingar við lyftum um, at tað ikki var nøkur grund til at óttast. Hann segði, at tað ikki var tørvur á nøkrum serligum bankapakka fyri at bjarga íslendsku bankunum, sum annars høvdu fingið peningainnspræning fáar dagar frammanundan.

Men dagin eftir helt Geir Haarde tíðindafundin, sum fyri mongum íslendingum stendur sum sjálvur merkisdagurin fyri íslendsku fíggjarkreppuni. Geir Haarde endaði røðu sína við at biðja Guð signa Ísland, ein bøn, ið ikki var vanlig at enda tíðindafundir í Íslandi við. Orðini høvdu ikki tann virknað, ið Geir Haarde helst hevði ætlað, tí Íslendingar tulkaðu tað sum, at nú var ongin annar enn sjálvur Guð, ið kundi hjálpa teimum úr fíggjarkreppuni.


Hvat er komið fram?  

Millum 2. oktober og 6. oktober 2008 seldi Bjarni Benediktsson, núverandi forsætismálaráðharri, virðir úr íslendskum íløgugrunni fyri umleið 50 milliónir íslendskar krónur. 50 milliónir íslendskar krónur svara í dag til næstan tríggjar milliónir danskar krónur, men krónan hevði um tað mundið umleið tvífalt so nógv virði sum í dag. Umframt tær 50 milliónirnar, sum Bjarni hevði selt úr íløgugrunninum, seldi hann eisini 30 milliónir úr øðrum grunni, sum hann setti í norskar krónur og fleiri mánaðir undan endaligu søluni hevði Bjarni eisini selt onnur partabrøv í bankanum.

Pápi og pápabeiggi Bjarna Benediktssonar, Benedikt Sveinsson og Einar Sveinsson, seldu eisini úr íløgugunninum um sama mundið. Tað kom umframt hetta fram í fjør, at Benedikt Sveinsson, pápi Bjarna, hevði selt úr grunninum, og at hann sama dagin hevði flutt 500 milliónir, sum hann átti í bankanum, til Florida. Einar Sveinsson, pápabeiggi Bjarna, seldi virðir úr grunninum fyri 1.020 milliónir krónur. Tá øll partabrævasøla varð steðgað 6. oktobur, fingu øll, sum átti partabrøv í íløgugrunninum, 85 prosent av virðinum av ognunum, afturgoldin síðst í oktobur, tá landið hevði yvirtikið bankan, men tá høvdu feðgarnir og beiggi pápan selt ognir sínar.

29. septembur sat Bjarni Benediktsson á fundi við leiðsluna í Glitnir, bankanum, ið átti íløgugrunnin, sum tingmaður fyri Sjálfstæðisflokkin. Málið á fundinum var álvarsliga støðan, sum Glitnir var komin í, og úrslitið var, at landið yvirtók part av bankanum og sprændi pengar í hann dagin eftir.

Bjarni Benediktsson sat í fíggjarnevndini í Altinginum, tá sølurnar fóru fram, og hann hevði tí serliga vitan um støðuna í íslendska fíggjarheiminum, umframt at hann á fundinum við leiðsluna í bankanum hevði møguleika at fáa serligt innlit í støðuna hjá sjálvum bankanum. Sambært tíðindaflutninginum hjá Stundini, vóru tað einans fá sum vistu, at ein kreppulóg fór at verða sett í gildi 6. oktobur – og Bjarni Benediktsson var ein av teimum. Á fundinum varð støðan hjá bankanum løgd fram, og boðskapurin frá bankunum var, at nú mátti landið antin yvirtaka bankan ella lata hann fara á heysin.

Ein av leiðarunum í íløgugrunninum, sum Bjarni seldi partabrøvini úr, Illugi Gunnarsson, var eisini tingmaður fyri Sjálfstæðisflokkin og tættur samstarvspartnari hjá Bjarna, tá sølurnar fóru fram.

Bjarni Benediktsson hevur sjálvur noktað fyri, at hann hevur havt nakran fyrimun av, at hann sat í Altinginum um tað mundið, sum sølan fór fram. Hann sigur við The Guardian, at hann ikki hevði nakrar trúnaðarupplýsingar, sum hann kundi nýta til sín fyrimun og leggur afturat, at øll, sum hava skil fyri fíggjarmálum, høvdu havt selt ognir sínar um hetta mundið. The Guardian leggur eisini dent á, at blaðið ikki leggur forsætisráðharran undir at bróta lógina, einans at umstøðurnar kring upplýsingarnar eru illgrunasamar.


Fútabann lagt á tíðindaflutning

Mánadagin komu boð frá sýslumanninum í Reykjavík um, at fútabann er lagt á tíðindaflutning um málið. Sýslumaðurin, sum sjálvur hevur verið uppstillaður fyri Sjálfstæðisflokkin, hevði fingið umbøn um fútabannið frá trotabúgvinum eftir gamla bankanum fríggjadagin, sum hann valdi at staðfesta mánadagin. Fútabannið byggir á, at upplýsingarnar, sum miðlarnir hava, fevna um fleiri kundar hjá bankanum enn Bjarna Benediktsson, og at upplýsingarnar eru stolnar úr búgvinum og liknar til miðlarnar. Men roknað verður ikki við, at fútabannið, ið hevur fingið stóran kritikk í íslendskum miðlum, fer at verða umstoytt av dómstólunum, soleiðis at tað fær varandi gildi. Trotabúgvið hevur eina viku til at prógva, at tíðindaflutningurin hevur verið í heimildaloysi.

Týsdagin segði hægstirættarsakførarin Einar Gautur Steingrímsson við íslendska kringvarpið, RÚV, at hann ikki heldur, at fútabannið verður staðfest av dómstólunum. Hann heldur, at eitt fútabann er alt ov víðgongt til málið. Hann greiðir frá, at tað er líkamikið, um upplýsingarnar eru fevndar av lógini um bankaloynimál ella um upplýsingarnar eru stolnar, tí miðlarnir hava fingið upplýsingarnar frá eini keldu, sum miðlarnir hava skyldu at verja. Hann sigur eisini, at tað sjálvsagt ikki eru nakrar ábendingar um, at miðlarnir fara at almannakunngera allar upplýsingarnar, sum teir hava hendur á, og at miðlarnir tí hava loyvi at halda fram við tíðindaflutninginum, so leingi tað hevur almennan áhuga.

Fútabannið ber hinvegin við sær, at grundarlagið undir tíðindaflutninginum hjá Stundini, Reykjavík Media og The Guardian ikki kann brúkast í tíðindunum frá miðlunum, so leingi sum tað er galdandi. Skjølini, sum eru brúkt, eru trúnaðarskjøl, og miðlarnir kunnu sjálvsagt ikki siga, hvaðani upplýsingarnar koma. Men trotabúgvið hevur sent kæru til fíggjareftirlitið um lekan, sum týsdagin boðaði frá, at málið um sjálvan lekan helst verður latið løgregluni.

Bjarni Benediktsson hevur sjálvur sagt, at hann heldur fútabannið vera heilt av leið. Hann segði í samrøðu við RÚV týsdagin, at hann helt tað vera brot á fjølmiðlafrælsið, at miðlarnir ikki kundu halda fram við tíðindaflutninginum og hann vísti øllum gitingum um, at hann sjálvur hevur spælt ein leiklut í málinum um fútabannið, aftur. Hann helt, at málið kom serliga illa fyri hjá honum, tí hann onki hevði ímóti at svara illgitingunum ímóti sær – og als ikki uppundir valið, sum verður leygardagin 28. oktobur.