Fury varðveitir heimsmeistaraheitið

Bretski boksarin er framvegis heimsmeistari í tungvekt hjá WBC eftir dramatiskan sigur á Deontay Wilder.

Katrin Erlendsdóttir
10. oktober 2021 kl. 10:15

Bretski boksarin Tyson Fury vardi í nátt heimsmeistaraheiti sítt í tungvekt í Las Vegas. Tað gjørdi hann við at vinna á amerikanska Deontay Wilder við knockout í 11. umfari í triðju uppgerðini millum boksararnar báðar.

Tað var dramatikkur í luftini, og teir megnaðu báðir at fáa hvønn annan í gólvið fleiri ferðir. Men tá til stykkis kom, endaði favoritturin Tyson Fury tó við stóra sigrinum.

Við útslitinum varðveitir 33 ára gamli bretski ”The Gipsy King”, sum hann ofta verður nevndur, heimsmeistaraheitið hjá boksisambandinum WBC.