Funnu leivdir av beini í Gongini

Arbeiðið at skifta feittbrunnin hjá matstovunum í Fútastovu og í Áarstovu, varð seinkað, tá tey, sum gjørdu graviarbeiði gróvu seg fram á leivdir frá fornari tíð. Tí er økið nú læst av meðan fólk frá Tjóðsavninum kanna økið

Sveinur Tróndarson
15. oktober 2021 kl. 14:30

- Vit royna at kortleggja fortíðina og hvat er hent, millum annað í hesum økinum, og tí fara vit sjálvandi inn at hyggja, tá onkur finnur okkurt forkunnugt. Tað, sum arbeiðsfólkini funnu her, er ivaleyst burturkast av matleivdum, men eisini tað er áhugavert uppá tann mátan, at vit fáa vitan um, hvat fólk hava etið tá í tíðini.

Tað sigur Helgi Michelsen, savnsvørður á fornfrøðideildini hjá Tjóðsavninum, nú hann og starvsfelagarnir á fornfrøðideildini eru farin at grava við skeið og tannbust í Gongini í Havn.

Fyri einari tíð síðan byrjaði fyritøkan Plan at grava millum Áarstovu og Fútastovu, tí har skal ein nýggjur feittbrunnur setast niður til matstovurnar, sum halda til í hesum báðum bygningum. Men meðan tey grava, koma tey fram á eitt bein, og í slíkum førum hava tey skyldu at boða Tjóðavninum frá.

- Tað gjørdu vit eisini beinanvegin, sigur Johannis Hellisdal, stjóri og eigari av fyritøkuni Plan, sum millum annað ger graviarbeiði.

Helgi Michelsen, sum er deildarleiðari á fornfrøðideilidini sigur, at hetta er eitt rættiliga spennandi øki at arbeiða í. Hyggur man eftir gomlum myndum, so sær man, at har var ein ósi, men hann hevur verið burtur leingi.

- Havnin er øgiliga nógv broytt við Kongabrúnna, tí fyrr var ein sandstrond her. Við tíðini hevur man so bygt út í ósan, so hann at enda er horvin heilt. Millum annað hevur man bygt uppí Fútastovu, og tann bygningurin eitur faktiskt Ósastova, ivaleyst av somu orsøk, sigur Helgi Michelsen.

Tað, sum arbeiðið hjá fornfrøðingunum nú gongur út uppá er at skráseta broytingarnar og at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu tað hevur sæð út.

- Í sær sjálvum hava beinleivdirnar sum so ikki so nógv at siga, tí tað er antin matleivdir frá tí tíðini, onkur leivd av djóri ella okkurt burturkast. Og tó, tí hetta kann geva okkum eina mynd av, hvørjum fólk hava livað av tá í tíðini, sigur Helgi Michelsen.

Byggingin á Kongabrúnni er farin soleiðis fram, at man hevur sett veggir upp inn móti ánni, og tað er gjørt í fleiri umførum, so hvørt sum man hevur etið burtur av ósanum.

- Beint nú grava vit upp ímóti einum veggi, sum tá hevur verið markið ímóti ánni. Seinni hevur man so sett ein vegg tættari at, og við tíðini er allur ósin horvin og Kongabrúgvin er blivin til tað, sum hon er í dag. Tað er tað, sum vit royna at kortleggja, sigur leiðarin á fornfrøðideildini hjá Tjóðsavninum.

Hann væntar, at tey vera liðug við arbeiði, sum bæði snýr seg um at grava, skráseta og upptekna, um ein ella tveir dagar.

- Tað gongur skjótt. Skjótari enn fólk halda, tí vit hava góða útgerð til tað, sigur Helgi Michelsen flennandi.