Funnu fleiri tons av fýrverki í einum vanligum sethúsum

Týsdagin gjørdi løgreglan húsarannsókn í einum húsum í Vági

Áki Bertholdsen
27. september 2024 kl. 09:50

Fyrr í vikuni fekk løgreglan eina fráboðan úr Vági um at ein maður goymdi fýrverk heima hjá sær sjálvum.

Løgreglan sigur, at tí varð avgerð tikin um at gera húsarannsókn hjá manninum, og har funnu tey næstan sjey tons av fýrverki.

Talan var um ymiskt slag av fyrverki, eisini heilt kraftigar kúlur. Tað er ikki lógligt at goyma fýrverk á hendan hátt og tí varð alt fýrverkið úr húsunum og er goymt á forvarligum stað, í eini bingju, langt frá fólki.

Nú verður málið kannað. Gerast skal neyvt upp, hvat fýrverk talan er um, hvørji loyvi maðurin annars hevði, og øll onnur viðurskifti í málinum.

Men talan er um ólógliga goymslu av fýrverki, so eyðvitað verður farið víðari við málinum, sigur løgreglan.