Funnu bilin aftur nakrar tímar seinni

Løgreglan kannar nú málið

Áki Bertholdsen
23. september 2024 kl. 08:13

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at ein bilur var stolin í Klaksvík. Bilurin var stolin onkuntíð í tíðarbilinum frá seinnapartin leygardagin til seinnapartin sunnudagin.

Løgreglan sigur, at nakrar tímar seinni, um níggjutíðina í gjárkvøldið, varð bilurin afturfunnin, har hann stóð parkeraður uttan fyri eini hús.

Tá ið løgreglan fann bilin, stóðu lyklarnir í honum. Løgreglan kannar nú málið í eini roynd at finna út av, hvør tjóvurin er. Í hesum sambandi verður eisini kannað, hvussu tjóvurin hevur fingið fatur á lyklunum.

Hevur eigarin latið lyklarnar ligið í bilinum, fær hann bót fyri tað, tí tað er ólógligt at fara frá bilinum uttan at tryggja hann.