Fundur verður hildin millum Ukraina og Russland í løtuni
Nú fyrrapartin er fundur byrjaður í Belarus millum embætisfólk fyri ukrainsku og russisku stjórnina
Sigurjón Einarsson
28. februar 2022 kl. 10:10
Fundurin, ið skuldi vera í gjár, men bleiv, av trygdarávum, útsettur til í dag, verður hildin í Belarus – beint við markið.
Tað ljóðar, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, er sinnaður at melda Ukraina í uttanveltaða støðu, fyri at tryggja frið landinum.
Fundurin millum Ukraina og Russland er á lágum tænastumannastøði, so spurningurin er hvat kemur burturúr einum tílíkum fundi. Fundurin verður hildin við Pripyat-ánna í Belarus, beint við markið til Ukraina.
Forsetin í Belarus, Alexander Lukasjenko, hevur vissa fyri trygdini hjá sendinevndunum báðum, skriva útlendskir miðlar.