Hósdagin varð fuglakrím staðfest hjá hønum og dunnum á Eiði.
Heilsufrøðiliga starvsstovan, sigur, at tey høvdu fingið boð um nógvan deyðan fugl á Eiði. Tey fóru á staðið og har kannaðu tey hønur í einum hønhúsi við girðing rundan um, og dunnur, sum vóru í girðing tætt við,
Tær flestu hønurnar og ein dunna vóru deyð upp á tveir dagar. Í gjár, hósdagin vístu kanningar, at talan er um fuglakrím og tað, sum er eftir av hønum og dunnum verður avlívað og burturbeint.
Tað er ikki staðfest, hvat slag av fuglakrím, talan er um, men helst er tað ikki HPAI H5N1, sum hevur herjað í Evropa seinastu árini, men um HPAI H5N5, sum hevur verið staðfest av og á hjá villum fugli í Norðurnoregi og Finnlandi.
Av tí, at smittan helst kemur frá villum fugli, verður heitt á fólk, sum hava heimafugl, um at vera serliga ansin.
Villur fuglur kann smitta heimafugl og tí skulu tey, sum hava hønur, dunnur, gæs, og annan heimafugl, verja fuglin ímóti smittuni.
Í hesum sambandi skulu tey hava eitt serliga vakið eyga við fuglunum fyri at ansa eftir um fuglarnir síggja út til at vera sjúkir.
Verður fuglur í einum djórahaldi sjúkur ella doyr, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan hava boð um hetta.
Fyri at tálma smittuvandanum sum mest, skal livandi fuglur ikki flytast ímillum ymisk djórahald.
Gev heimafugli innandura ella undir taki, tí tá verður minni av villum fugli rundan um, og so minkar smittuvandin munandi.
Ber ikki til at geva fuglinum undir taki, kunnu fólk standa hjá honum, ímeðan givið verður, og so eiga tey at taka avlopið heim aftur aftur, tá ið fuglurin er liðugur.
– Tað er vanligt, at fólk geva villum fugli, serliga um veturin. Gera fólk tað, eigur tað at vera minst 20 metrar frá heimafuglinum
Tað er skjótt at skarn frá fugli setir seg á skógvar og stivlar og tað kann vera við til at breiða smittuna. Tí skulu skógvar og stivlar vaskast, áðrenn farið verður í høsnarhús og inngirðingar – og eisini aftan á.
Somuleiðis heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini á fólk sum heild um at siga frá um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. Her hugsa tey serliga um ránsfugl og heimafugl.
Serliga vilja tey fáa at vita um sjúkan, ella deyða.n fugl, um fýra, ella fleiri fuglar, eru at finna í einum avmarkaðum øki.
Fuglakrím er ein sjúka, ið øll sløg av fugli kunnu fáa. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til heimafugl, antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis við skarni og øðrum.
Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli er, at teir missa matarlystin, høvdið hovnar, og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini.
Tó er ikki óvanligt at finna nógvan deyðan fugl, áðrenn ein gerst varugur við sjúkutekin og heilt nógvur fuglur doyr av hesum.